Í ársins útgávu av Atlantic Airways-kappingini er talan um brak mest sum hvørt umfar. Hesaferð er tað tað dysturin á Skála, sum størsti spenningurin er um í oddastríðnum, sum sjáldan hevur verið somikið javnt, sum tað er í løtuni.
Dummaðu seg seinast
Og sum so skuldi stríðið kanska verið enn javnari. Við tapinum fyri KÍF seinasta vikuskifti dummaðu strandingarnir seg í øllum førum av álvara, soleiðis at teir mistu tvey sera, sera týðandi stig. Tvey stig, sum væl kunnu merkja munin millum ein finalusess og eitt fjórðapláss, tá alt verður lagt saman um fáar vikur.
Tí er trýstið kanska eisini eyka stórt á StÍF, nú teir skulu royna at endurtaka trygga sigurin á Kyndli frá fyrra hálvfinaluni. Í mun til ta ferðina er StÍF eisini betri fyri við fólki, og so er spurningurin, hvussu klárir spælararnir eru í høvdinum. Júst hetta hevur ofta verið stóri trupulleikin hjá liðnum. Men samstundis er tað ein sannroynd, at hesin trupulleikin mest sum bara hevur snúð seg um tær á pappírinum løttu uppgávurnar. Er talan um stórdyst, sum liggur fyri framman, munnu fá lið í landinum hava so góðar eginleikar at seta seg sjálvar upp, sum strandingar hava tað.
Kyndil hevur hinvegin heldur ikki ráð at missa nakað serligt. Eitt tap á Skála vildi í sjálvum sær ikki verið nøkur vanlukka. Men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu vikurnar, er ein succes-uppliving harðliga tiltrongd hjá liðnum. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu strævin skráin annars kann tykjast komandi vikuna.
Vandamikla KÍF
Hinir báðir dystirnir um vikuskiftið hava á pappírinum greiðar favorittar.
Í Havn kemur VÍF á vitjan hjá Neistanum, sum enn eru púrasta blankir, tá sæð verður burtur frá fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Heldur ikki hjá kollfirðingum hevur vignast nakað serligt. Men við sigrinum á StÍF góvu teir enn einaferð sjón fyri søgn, at altíð stríðast til seinasta bríksl, og at tað tí er sera vandamikið ítriv at undirmeta liðið. Nakað sum hoyvíkingar ivaleyst eisini vilja vara seg fyri sunnudagin.










