Stórt umvælingararbeiði fer fram við Vágs Kirkju.
Summarið á tamb hevur verið arbeitt við at umvæla og mála Vágs kirkju.
Ein av stóru broytingunum er, at tekjan hevur skift lit. Men hetta er ikki nýtt, tí í roynd og veru er vent aftur til litin, sum kirkjutekjan hevði fyrr, men ein broyting er hetta í bygdamyndini.
Tá liðugt er at umvæla og mála kirkjuna uttan, verður farið at arbeiða inni í kirkjuni.