Nú er tað prógvað: Semingsstovnurin leggur ráð saman við Arbeiðsgevarafelagnum

Høgni Høgnesen, semingsmaður og Suni Schwartz Jacobsen, vara-semingsmaður boðsendu næstformanninum í Føroya Arbeiðsgevara-felag Kristoffur Laksá, at leggja ráð saman um, hvussu fakfeløgini skuldu tvingast at gera semju

Í nátt kl. 01.20 góðtóku Arbeiðsgevarafeløgini 2. semingsuppskot frá semingsstovninum.
Frammanundan høvdu fakfeløgini havnað hesum uppskoti.
Klokkan 01.30 boðsendi semingsstovnurin umboð fyri fakfeløgni, og ørindini vóru at fáa fakfeløgini at umhugsa semingsuppskotið enn einaferð.
Løtu seinni boðaðu fakfeløgini yvir fartelefonina semingsmanninum Høgna Høgnesen frá, at feløgini stóðu fast og vildu ikki góðtaka semingsuppskotið, sum tey metta geva eina alt ov lítla lønarhækking.
Boðini frá semingsmanninum vóru, at nú fór semingsstovnurin at umhugsa um teir skuldu gevast við semingsroyndum sínum ella um semingsuppskotið skuldi sendast út til uratkvøðugreiðslu.
Frammanundan høvdu semingsmenninir fingið boð um, at fakfeløgini frá limum sínum høvdu fingið heimild at góðtaka ella vraka eitt møguligt semingsuppskot, og at feløgini tí ikki kundu góðtaka, at semingsstovnurin sendi eitt møguligt semingsuppskot út til uratkvøðugreiðslu.
Feløgini hava eisini víst á, at reglurnar um uratkvøðu er ódemokratiskar, tí teir persónar, sum ikki luttaka í atkvøðugreiðsluni verða roknaðir fyri at hava atkvøtt fyri uppskotinum. Hetta vita arbeiðsgevarnir, og tí eru teir so alltráir eftir at fáa semingsstovnin at senda semingsuppskotið út til ur-atkvøðugreiðslu.
Løtu seinni sendu semingsmenninir boð eftir næstformanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kristoffur Laksá, hóast Arbeiðsgevarafeløgini longu høvdu góðtikið semingsuppskotið.
Hálvan tíma seinni, ringir semingsmaðurin Høgni Høgnesen til umboð fyri fakfeløgini, og sigur at semingsstovnurin nú hevði umhugsað um semingsuppskotið skuldi sendast út til uratkvøðu, men at semingsmaðurin skuldi umhugsa hetta nærri, og tí steðgaðu teir semingsroyndunum.
Júst í somu løtu, sum semingsmaðurin ringdi til umboð fyri fakfeløgini sóu fleiri umboð fyri feløgini, at Kristoffur Laksá smeyg sær út frá semings-stovnin-um og fór inn í kamarið við síðuna av (!), har arbeiðsgevararnir hildu til.
Tá arbeiðsgevarafeløgini longdu høvdu góðtikið semingsuppskotið og semingsmenninir sjálvir søgdu, at teir nú skulu umrøða møguleikan fyri at senda semingsuppskotið út til uratkvøðugreiðslu millum limirnar hjá fakfeløgunum, so er greitt at Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen tilvitað hava latið næstformannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag verið við í innanhýsis viðgerðini í semingsstovninum, um hvørt semingsupp-skotið skuldi sendast út til uratkvøðugreiðlsu.
Tað er tí ikki semingsstovnurin, men Arbeiðsgevarafeløgini saman við semingsstovninum, sum tykjast skula taka støðu til um ein hin mest ódemo-kratiska atkvøðugreiðslan, sum ein kann hugsa sær, skal brúkast ímóti fak-feløgunum.
Høgni Høgnesen og Suni Schwartz Jacobsen hava við hesum avdúkað, at teir ganga ørindi fyri arbeiðsgevarasíðuna, og beinleiðis leggja ráð saman við arbeiðsgevarasíðuni, tá semingsroyndirnar fara fram.
Slíka framferð kunnu fakfeløgini ikki góðtaka, og vit átala harðliga, at semingsstovnurin ikki røkir uppgávu sína á ein sakligan og virðiligan hátt.
????????????????????
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag