Nú er tíð uppá eina FM-finalu hjá VÌF

Ì tí søguligu fremstu hondbóltsbygdini í Føroyum, Vestmanna, hava tey ringt við at skilja, at nú eru heili 8 ár gingin, síðani sigursvanda VÌF-liðið vann gull í tí fremstu mansdeildini í hondbólti.

 

Agnar Joensen hjá VÌF ásannar, at teir tríggir dystirnir, sum eru eftir hjá VÌF í Atlantic Airways kappingini eru tríggjar finalur, har hann og liðfelagarnir eru pískaðir at vinna hvørja ferð.

 

Á pappírinum hevur VÌF tvær at síggja til lættari uppgávur á heimavølli, fyrst ímóti Neistanum sunnudagin, og so ímóti Team Klaksvík komandi sunnudag, men seinast neistamenn vitjaðu í Vestmanna vóru teir omaná við einum máli, og tí taka VÌF-spælararnir einki fyri givið.

 

Seinnapartin tosaði seinnapartssendingin hjá Rás2 við Agnar Joensen. Tað ber til at hoyra prátið í ljóðbrotinum undir greinini.