Nú er tíð at melda til fimleik

Aftur hetta vikuskiftið eru fimleikatilmeldingar á skránni. Meðan tað síðsta leygardag var Fimleikafelagið Ljósið, sum skipaði fyri tilmelding, so verður í morgin høvi at melda seg til fimleik hjá Havnar Fimleikafelag á høllini á Stórheyggi millum klokkan 15 og 16.

 

Fimleikurin í Føroyum er rættiliga væl fyri, og nógv eru tey, sum hava hug at royna seg.

 

Serliga í rútmiskum fimleiki er áhugin stórur, og støði er hækkandi, sum úrslit í altjóða kappingum eisini ber boð um.

 

Fimleikur er ein vetrarítrótt, og nú summarið so smátt fer at halla, er tí hjá feløgunum at fyrireika seg upp á veturin – og harvið eisini nýggja kappingarárið.

 

Tilmeldingin fer fram sunnudagin 2. september í høllini á Stórheyggi millum klokkan 15 og 16.

 

Venjingartíðirnar er at síggja í vikuskiftis Sosialinum, og kunnu eisini síggjast á www.hf.fo