Nú er Spógvin komin

Í gjár kom Spógvin, sum skal røkja Hest- og Koltursleiðina, inn á Havnina. Spógvin er pussaður innan og uttan, og eisini er nýggj bátabrúgv gjørd. Enn manglar bara smávegis klárgering, og báturin er væntandi klárur at sigla í komandi viku.

 

Strandferðslan skrivaði undir keypssáttmála av ferðafólkabátinum fyri nøkrum vikum síðani, og Spógvin fer at sigla á Hest- og Koltursleiðini burturav.

 

Spógvin er gamli Alpha Pilot.