Nú er Puigdemont handtikin

Týska løgreglan hevur tikið katalanska politikaran

Katalanski politikarin Carles Puigdemont er handtikin av týsku løgregluni beint sunnanfyri danska markið.

Puigdemont hevði verið í Finnlandi á vitjan og var á veg til Belgia, tá ið týska løgreglan handtók hann. Tað váttar løgreglan í Slesvig-Holsten.

Puigdemont hevur síðani oktober verið í útlegd í Belgia, eftir at sponsku myndugleikarnir vildu handtaka hann eftir fólkaatkvøðu í Katalonia, sum hægsti rættur í Spania lýsti ólógliga. Fleiri aðrir katalanskir politikarar vóru tiknir um tað mundið, tá ið Puigdemont flýggjaði av landinum.

Ein spanskur dómstólur gav fríggjadagin boð um at handtaka Puigdemont, og tað er hesa fráboðan, sum týskir myndugleikar nú fyrihalda seg til.

Enn er ikki greitt, um Puigdemont verður útflýggjaður sponsku myndugleikunum, ella um hann sleppur aftur til Belgia.