Nú er Puigdemont eftirlýstur

Ein spanskur dómari hevur givið boð um, at forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, skal handtakast, og eftirlýsingin er send út um alt ES.


Tað skrivar tíðindastovan Reuters.


Handtøkuboðini koma, eftir at Puigdemont og fýra aðrir politikarar ikki møttu til ein rættarfund í Madrid hósdagin. Hildið verður, at teir eru rýmdir til Belgia.

Umframt forsetan eru eisini heilsumálaráðharrin, útbúgvingarráðharrin, landbúnaðarráðharrin og mentamálaráðharrin eftirlýstir.

Nýggju aðrir katalanskir ráðharrar møttu til rættarfundin í Madrid, og átta teirra vórðu varðhaldsfongslaðir, tí hildið verður, at teir eisini kunnu fara at rýma av landinum.

Handtøkurnar hava fingið katalanar at mótmæla framman fyri katalanska tingið í Barcelona.

Puigdemont og hinir ráðharrarnir eru skuldsettir fyri at hava mælt til uppreitstur og mistnýtslu av almennum ognum, efitr at teir 27. oktober lýstu Katalonia sum sjálvstøðugt land.