Miðflokkurin til reiðar at halda fram við samráðingunum um at skipa samgongu saman við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn. Tað er greitt eftir fund í floksstjórnini hjá Miðflokkinum í dag.
– Floksstjórnin gav okkum heimild til at halda fram við samráðingunum um eina nýggja samgongu við núverandi samgonguflokkarnar, grundað á listan við teimum 18 ynskjunum, vit áður hava handað teimum, sigur Bill Justinussen tingmaður fyri Miðflokkin.
Hin løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin, Jenis av Rana, sum eisini er floksformaður, sigur, at Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, hevur fingið boðini, og at nú bíðar Miðflokkurin eftir fundarboðum frá honum.
Teir báðir Løgtingsmenninir fyri Miðflokkin siga, at listin við teimum 18 punktunum, er eitt samráðingarupplegg, men svarið tey fingu frá hinum samgongulimunum var so mikið jaligt, at teir mettu at grundarlag er fyri at halda fram. Tískil varð málið lagt fyri floksstjórnina í dag, sum altso er samd við løgtingsmenninar um at haldast skal fram við samráðingunum.
Men Miðflokkurin leggur dent á, at talan er ikki um at fara upp í verandi samgongu fyri at hjálpa henni burtur úr nøkrum málum, har tað gongur striltið at fáa meiriluta. Talan skal vera um at skipa eina nýggja samgongu við einum nýggjum samgonguskjali, og har Miðflokkurin fær landsstýrissess og formannin í einari av teimum stóru nevndunum.
Framsókn hevur tveir tinglimir og hann hevur ein landsstýrissess og forkvinnuna í fíggjarnevndini, og vit meta, at Miðflokkurin eigur at hava somu vekt í eini samgongu, sigur Bill Justinussen.
Hann sigur, at tey hava ikki hugsað so nógv um, hvønn landsstýrissess, tey vilja hava, men formansskapin í Fíggjarnendini kundi verið eitt boð upp á ein hóskandi nevndarsess.
Men teir báðir siga, at enn er ov tíðliga at siga, hvat hetta endar við, tí tað fara samráðingarnar næstu dagarnar, at vísa.