Seinnapartin í dag verður næstsíðsti heimadysturin í hesari EM undankappingini spældur, og skulu vit meta út frá altjóða styrkistølunum, so eiga møguleikarnir at vera størri fyri góðari úrtøku hesa ferð, enn teir hava verið í undanfarnu dystunum, sum hava verið í hesari kappingini, og tað sigur ikk so lítið, tí móti Kekkia var tapið 0-1, og bæði móti Skotlandi og Bosnia endaði tað við javnleiki.
Tað er ein døkkur plettur, sum skal vaskast burtur. Estland vann 5?0 á heimavølli móti Føroyum 4. juni í fjør, og í føroyska fótbóltsheiminum eru øll samd um, at talan var um einki minni enn eina fiasko.
? Hugburðurin til uppgávuna var ikki tann rætti. Vit høvdu eitt lítið ár frammanundan vunnið 2?0 í einum venjingardysti har yviri, vit tóktust vera væl fyri, og tað var kanska alt hetta, sum hevði við sær, at avrikið á vøllinum var vána-ligt, og so taptu vit, og tá vit vórðu undirmannaðir í meiri enn helmingin av tíðini, taptu vit stórt.
Hetta staðfestir Allan Simonsen, og hann heldur, at tað eigur at bera til at betra um hagtølini móti Estlandi:
? Teir spæla 4?4?2, teir stríðast fyri søkini, og teir spæla væl. Teir hava eitt gott álop, eina góða miðju og ein góðan málverja. Kanska eru teir eitt sindur ótryggir í verjuni, men sum heild hava teir spælt sera væl, teir hava fingið framúr góð úrslit í hesi undankappingini og fyri ikki so langari tíð síðani vunnu teir ein venjingardyst móti Aserbadjan 2?0. Tað gongur rætta vegin hjá teimum, og um tað skal eydnast hjá okkum, so skulu vit vísa sama avrikið, sum vit gjørdu ímóti Íslandi.
Stoltleikin
Allan Simonsen letur væl at, at spælararnir eru væl fyri, og hann gleðist um, at breiddin tykist vera í lagi:
? Úrslitið er ikki minst treytað av, hvussu sinniliga støðan hjá spælarunum er. Í fjør hildu vit allar vera væl fyri, tá vit fóru til Estlands, men avrikið vísti, at fleiri vóru sinniliga troyttir. Hvat kropsstyrki, skjótleika og úthaldni viðvíkur eru vit einki aftanfyri teir, men spurningurin er, hvussu tað er við sinniliga yvirskotinum. Hesum arbeiða vit við, og eg rokni avgjørt við, at okkara spælarar fara at leggja nógv meiri í uppgávuna, enn teir gjørdu, tá vit vóru har yviri. Síðani stóra tapið hevur tað gingið stak væl, og vit hava verið óhepnir, at vit ikki hava fingið fleiri stig, enn vit hava fingið. Vit hava sagt, at úrslitið í Estlandi var ein kiksari, og nú hava vit møguleikan á vøllinum at staðfesta, at soleiðis var tað, heldur landsliðsvenjarin.
Heldur seg til vanligu uppstillingina
Allan Simonsen vil ikki siga nakað um, hvussu liðið fer at síggja út, men hann sigur, at tað fara ikki at vera serligar broytingar. Landsliðið spælir altíð við tveimum álopsmonnum, og onkuntíð hevur John Petersen verið sera framrættaður, og tað kann væl vera, at liðið fer at hava tveir og ein hálvan álopsmann:
? Vit fara at spæla okkara spæl. Skulu vit røkka einum góðum úrsliti, so skal liðið alla tíðina vera væl skipað, hugsanirnar skulu alla tíðina vera savnaðar um uppgávuna, og vit skulu ikki missa lættar bóltar. Mistøk verða sektað, og tí skulu tey ikki koma fyri. Higartil hava vit altíð fingið málmøguleikar, og tað iviast eg ikki í, at vit eisini fara at fáa hesa ferð. Tað ræður um at gera nyttu burturúr teimum.
Allan Simonsen heldur tað vera frágera væl megnað av Óla Johannesen, at hann eftir so stuttari tíð hevur megnað at vunnið sær sess á besta liðnum hjá AGF:
? Eg hevði roknað við, at tað fóru at ganga nakrir mánaðir, áðrenn hann hevði vunnið sær fast pláss. Hann hevur longu verið millum teir bestu fleiri ferðir, og eg havi ongantíð sæð hann spælt við so stórum myndugleika, sum hann gjørdi móti Íslandi.
Todi Jónsson hevur ikki havt eydnuna við sær, síðani nýggja kappingarárið byrjaði í superliguni, men venjarin hevur álit á toppskjúttanum á landsliðnum:
? Eg haldi, at Todi Jónsson hevur spælt sera væl á landsliðnum tær seinastu ferðirnar. Hann hevur ikki skorað, men hann hevur fingið okkum brotsspark í fleiri dystum á rað, og hann hevur lagt upp til málini, sum vit hava fingið. Eg unni honum væl at sleppa burtur frá FCK í nakrar dagar, og vónandi megnar Todi á landsliðnum at leggja alt í FCK afturum seg og vísa, at hann framvegis er ein góður álopsspælari.
Okkara boð er, at liðið fer ikki at vera langt frá hesari uppstillingini: Jákup Mikkelsen ? Allan Mørkøre, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen ? Sámal Joensen, Julian Johnsson, John Petersen ? Uni Arge, Todi Jónsson.










