Nú er klárt at skriva undir sáttmála um nýtt skip

Fólkaflokkurin eru tey einastu sum halda, at hetta er ikki ein brúkilig loysn

Skipið, sum ætlanin er at byggja til Strandferðsluni, er nú endaliga samtykt í Løgtinginum, og sostatt er nú klárt at skriva undir sáttmála við norsku skipasmiðjuna, sum skal byggja skipið.

 

Talan er um eina tríkilju, sum er eitt sindur størri, og eitt sindur breiðari enn Ritan, og sum tekur 100 ferðafólk og tríggjar bilar. Tað kostar 34 milliónir, og tað siglur 20 míl við ferðafólki, men er bara manningin umborð, kann tað sigla 28 míl, og sostatt er tað skjótt at flyta úr einum parti í landinum í annan. 

 

Skipið skal byggjast í Noregi, og ætlanin er at skriva undir sáttmála við skipasmiðjuna um skipið fyrsti dagin, so at tað kann latast Strandferðsluni næsta summar.

 

 

Les eisini: Nú fær Strandferðslan eitt spildurnýtt skip

 

 

Tey einastu, sum halda, at talan er um eina vánaliga loysn, eru tey í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at skipið kann ikki sigla upp á Mykines, tí havnarlagið er ov trongt, og staðkend í Fugloy vænta ikki, at tað verður serliga ofta, at tey fara at síggja nakað til tað.

 

Skipið er ov lítið til tær størru ruturnar upp á Sandoy og Nólsoy og tað er ov stórt til tær smáu bygdirnir, Svínoy, Fugloy, og annað, sigur Jørgen Niclasen. Tí heldur hann, at einasta rætta loysnin er at byggja eina ferju, sum tekur 10-15 bilar. 

 

Les eisini: Nú verða vit lyft upp í nútíðina

 

Hinvegin føra tinglimir, sum taka undir við uppskotinum, fram, at Strandferðslan sjálv sigur, at skipið tænur nógvum endamálum, tí tað kann sigla alla møguliga staðni í eini knappari vending. 

 

Tað siglur so skjótt, at tað siglur tvær og eina hálva ferð út í Kalsoy líka skjótt sum Sam siglur eina ferð. Tí eru tinglimir sannførdur um, at tað fer at geva Strandferðsluni heilt aðrar møguleikar at leggja til rættis.