Nú er ikki liviligt longur

Foreldraráðini á dagstovnunum á Argjum heita nú á partarnar í sáttmálatrætuni um at fáa eina semju í lag alt fyri eitt.

Tað eru foreldraráðini á Dagstovinum á Hamrinum, Dagstovninum á Argjum og

Dagstovninum í Løkjatúni, sum nú vilja hava eina enda á stríðnum.

- Vit meta, at henda støðan ikki longur er livulig, hvørki fyri starvsfólk á námsfrøðiliga økinum, ella fyri foreldur og so slett ikki fyri børnini siga tey.

Men tey stuðla eisini pedagogunum í kravinum um fyrireikingartíð.

- Uppgávurnar á stovnum eru alsamt vorðnar fleiri og størri og vit halda, at við hesi ábyrgd eigur at fylgja fyrireikingartíð og løn.

- Neyðugt er, at at fáa eina avtalu um hesi viðurskifti og fáa eina nøktandi loysn í lag, leggja tey afturat.

Tey vilja havam at partarnir hava hetta í huganum, tá ið teir aftur fara til samráðingarborðið.

- Ein endi má fáast á hesum drúgva arbeiðssteðgi. Hetta er ein fíggjarligur smeitur hjá mongum, ið ikki kunnu fara til arbeiðis.

- Vit vilja heita á Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at taka um endan og steðga hesari trætuni. Á henda hátt vísa virðing fyri foreldrum og børnum okkara siga foreldraráðini.