Nú er hann aftur í Premier League

Hann var líka við at vinna Premier League við Liverpool, men Manchester City gjørdust ov sterkir. Árið eftir gekk ikki heilt eftir vild, og Brendan Rodgers fekk sekkin í Liverpool. Í kvøld hevur Leicester kunngjørt, at Brendan Rodgers er nýggjur venjari í felagnum. Claude Puel bleiv koyrdur, eftir at Leicester taptu 4-1 móti Crystal Palace leygardagin.

 

Brendan Rodgers hevur seinastu trý árini verið venjari í skotska felagnum Celtic. Har hevur gingið heilt væl, felagið hevur vunnið sjey steyp, meðan hann hevur verið har og eru væl á veg at vinna triðju greipuna á rað.

 

Fyrsti dysturin við Brendan Rodgers við róðrið verður móti Watford sunnudagin.

 

Brendan Rodgers fekk eitt gott umdømi á seg sum venjari hjá Swansea City, tí mong samanbóru spælistílin hjá lítla walisiska felagnum við Barcelona.