Egin Henriksen
Sum tvingaður lisensgjaldari til Útvarp Føroya, vil eg mótmæla, at ein dag og dagliga í næstan hvørji tíðindasending, verður bombarderaður við homoseksuellari propaganda.
Eg taki fult undir við skrivi- og talufrælsi. Tað er í lagi at informera. Men tað er alstórur munur á at informera og at indoktrinera, og neyvan nakar ivi kann verða um, at tað er tað seinra, ið útvarpið ger, og tað í ólukku mát.
Útvarpið eigur at verða ein neutralur og objektivur stovnur, ið skal tæna og upplýsa borgaran og verja og styrkja føroyska mentan. Har átti einki lobbyvirksemi at funnist.
Men tíverri hevur hetta fyribrigdið verið at hoyrt, meir ella minni áhaldandi, frá einaferð seinasta summar, og tykist nú aftur at vaksa í intensiteti.
At mentamálaráðharri Føroya, Jógvan á Lakjuni, sum hægsti ábyrgdarhavandi av stovninum, kann standa modell til slíkt, er mær ófatuligt.
Ella er tað veruliga so, at hetta fer fram við signing landsstýrisins fyri at fremja visjónsætlanina at »kultivera føroyingin« til at møta alheimsgeringini?