FÓTBÓLTUR
Neyvan kann sigast annað, enn at tað veruliga var lagnunnar speisemi, at HB næstsíðsta sunnudag sendi KÍ niður í næstbestu deildina, samstundis um HB vann sítt tjúgunda føroyameistaraheiti í mansfótbólti, sum hjá høvuðsstaðarfelagnum er ein øking av egnum meti.
Í landskappingarhøpi hava hesi bæði verið avgjørt tey størstu, tí tey hava vunnið nógv fleiri meistaraheiti enn nøkur av øllum hinum føroysku fótbóltsfeløgunum. Men tað hevur tó fyri tað mesta verið í hvør sínari tíð – næstan sum »fyrr og nú« – at tey hava verið stórmaktir.
KÍ var oddafiskur frá fyrstu løtu, tá fyrsta landskappingin í fótbólti var í 1942, og áðrenn HB vann sítt fyrsta meistaraheiti í 1955, hevði KÍ longu verið meistari fimm ferðir. KÍ helt fram við at vinna við jøvnum millumbili og onkrum háli, eitt nú við tiltikna 66-liðnum, og tá KÍ í 1972 kom upp á meistaraheiti nummar 15, hevði HB bert verið meistari seks ferðir.
Bert HB eftir
Tá kom stígur í hjá klaksvíkingum, og í staðin hevur HB síðani havt sína stórheitstíð, ið nú var krýnd við tí tjúgunda meistaraheitinum. Tað tók kortini sína tíð at taka KÍ, tí ikki fyrr enn í 2002 fór HB framum og hevði vunnið fleiri landskappingar enn KÍ. Men í nýggju øldini hevur yvirhøvur hildnast væl hjá HB, sum hevur vunnið fimm meistaraheiti bara hesi síðstu átta árini!
HB og KÍ eru javnaldrar, tí bæði feløgini eru sett á stovn í 1904, men tó byrjaði KÍ ikki við fótbólti fyrr enn í 1911. Men tá kappingin um føroyameistaraheitið kom í 1942, var KÍ beinanvegin til reiðar og vann longu fyrsta árið. Hinvegin kom HB ikki »á talvuna«, fyrr enn tað fylti 51 ár.
Spælt hevur verið øll árini síðani 1942, uttan í 1944, tá kríggið gjørdi, at trot var á bóltum, og at tað tí bar illa til at fáa avgreitt nakra kapping. Frá 1976 hevur landskappingin stórt sæð verið skipað, soleiðis sum vit kenna hana í dag, við upp- og niðurflyting millum deildir, alt eftir úrtøkuni.
Síðani henda skipan kom, eru upprunaliga feløgini frá 1942 fallin frá, eitt fyri og annað eftir, og í mong ár hava bara HB og KÍ verið eftir, sum enn ikki hava vikið plássini á ovastu rók. Nú KÍ fall, er so bara HB eftir, ið enn ikki hevur roynt niðurflyting ella av øðrum ávum er farið úr bestu mansdeildini.
Langt ímillum
At KÍ nú ikki longur megnaði at halda fast í serstøðuni, er kanska ikki so øgiliga óvæntað, tí langt hevur verið millum tey stóru úrslitini hjá besta mansliðnum, og seinnu árini hevur talan beinleiðis verið um vandasjógv. Í fjør eydnaðist akkurát at halda liðnum uppi, og sjeyndaplássið í fyrraárið var neyvan tað, norðoyingar ynsktu sær, tí málið hevur altíð verið sett ríkiliga høgt.
Síðsta føroyameistaraheitið liggur afturi í 1999, tá KÍ við Tony Paris á odda enntá vann greipuna, og eftir tað var frægasta úrslitið í 2002, tá KÍ vann bronsu. Men samanborið við fyrstu árini hjá KÍ – og ikki minst samanborið við HB – hevur í mong ár verið sera langt millum snapsirnar, sum tikið verður til.
Hagtølini gjøgnum árini staðfesta greitt, at HB er nógv mest vinnandi felag gjøgnum allar tíðir í føroyskum fótbólti, tí havast skal í huga, at umframt øll meistaraheitini, so hevur HB vunnið steypakappingina heilar 26 ferðir, síðani farið var undir hana í 1955, tá HB eisini vann ta fyrstu av sínum 12 greipum.
Hjá mongum er tað við sorgblídni, at biðið verður KÍ farvæl í bestu mansdeildini. Og hóast tey í HB ríða á aldukambinum í hesum døgum, man tað ikki vera minst har, at saknur verður í KÍ, nú seinasti klassikarin í føroyskum fótbólti er farin í søguna – og so hendi tað enntá júst í hesum sama klassikara, ið ongantíð aftur verður tann sami…