Tað var longu á sumri fyri tveimum árum síðani, at hugskotið til eitt slíkt felag birtist. Hetta hendi í samband við eitt skeið í dreying á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Nakað eftir hetta varð hildin ein fundur, har nakrir av áhugaðu limunum hittust aftur - hesaferð á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Eftir henda fundin varð ein arbeiðsbólkur settur at taka sær av fyrireikingunum til at seta eitt felag á stovn.
Í hesum arbeiðsbólki vóru Brynjolvur Borðoy, Terji Johannesen og Hendirk Rubeksen. og varð teirra uppgáva at fáa í lag eitt føroyskt dreyarafelag.
Íslendsk fyrimynd
Teir arbeiddu ídnir við hesi ætlanini, og hin 26. november í fjør kallaðu teir inn til stovnandi aðalfund á Oyrarbakka.
Á fundinum løgdu teir fram uppskot um felagslógir, sum vórðu gjørdar eftir íslendskari fyrimynd. Teir fingu nevniliga eitt eintak av lógunum fyri einum líknandi felagi fyri trædreyarar í Íslandi.
- Á hesum fundinum vóru 12 áhugaðir dreyarar. Og hesir samtyktu okkara uppskot við smærri broytingum, upplýsir formaðurin í felagnum, Hendrik Rubeksen.
Saman við honum sita hesir í nevndini: Heri Mørkøre sum er kassameistari og Piddi Lamhauge sum er skrivari.
Felagið hevur sum nevnt 26 limir og fer í næstu framtíð at skipa fyri onkrum tiltaki fyri limirnar í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
- Vit vilja fegnir hava fleiri limir í felagið, og kunnu teir tekna seg onkrum av okkum í nevndini, sigur formaðurin í felagnum. Limagjaldið er 200 kr. um árið.
Vítt fevnt endamál
Nú Dreyarafelagið av álvara hevur lagt til brots, er tað við einum víttfevndum endamáli at virka fyri.
Í fyrsta lagi ynskir felagið at økja og bøta um trædreying í Føroyum, við tí fyri eyga at vekja felags áhuga millum tey, sum hava tilknyti til hesa listina.
Endamálið er at koma við upplýsingum og halda skeið um tað nýggjasta innan dreying her á landi og í londunum rundan um okkum. Felagið ynskir eisini at fremja samstarv við líknandi feløg uttanlands.
Virkast skal eisini fyri, at limirnir kunnu hava framsýningar og at teir sleppa at kappast sínámillum, og at teir fáa møguleika at útvega sær bíligt tilfari til dreying og at gera sítt til at teir fáa keypt røttu bonkrarnar og annað tilfar og amboð.
Felagið ynskir somuleiðis at seta á stovn eitt bókasavn ella savn av filmum ella sjónbondum, og at geva limunum upplýsingar um útbúgvingarmøguleikar, bæði fyrireikingarskeið og skúlar.
At enda ynskir Dreyarafelagið at veita almenninginum, sniðgevum og øðrum upplýsingar um tænastu, sum limirnir veita, eins og endamálið er at halda arbeiðsfundir, har limirnir hitast at tosa saman, m.a. um serstakar samanrenningar av trædreying og list.
Felagið hevur enn bara 26 limir. Men við eini so spennandi endamálsskrá er lítil ivi um, at felagið skjótt fær fleiri limir.