Nú byrjar venjingin aftur í Róðrarfelagnum Knørri

Á skránni í vetur er nýskipað barna- og ungdómsvenjing, eins og farið verður undir spildurnýggja prix-kapping.

 

Nú sunnudagin kl. 18.00 verður rógvarafundur í felagnum á Føroya Sjósavni á Argjum. Á fundinum verður greitt frá venjingini í vetur, og kunnað verður um nýggju prix-kappingina, ið hevur fingið navnið RK-PRIX.

 

Fundurin á Sjósavninum er fyri øll, ið hava hug at venja og rógva kapp - bæði børn og vaksin - og nýggir limir kunnu eisini tekna seg. Á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, www.rk.fo, kann ein lesa meira um venjingina og prix-kappingina hjá felagnum.