Nú byrjar vegarbeiðið á Fløtum

Í morgun undirskrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Zacharias R. Jakobsen, stjóri á P/F Konsax, sáttmála um gerð av arbeiðsvegnum til skúlan á Fløtum, frá Landavegnum til Janusargøtu, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Sáttmálaupphæddin fyri hetta arbeiðið er góðar 4 mió kr. Samlaða vegaloysnin, sum sæst á myndini, verður mett at kosta oman fyri 55 mió kr.

 

Borgarstjórin vísti á ovurstóra týdningin av at fáa eina góða vegaloysn fyri alt økið. Talan er um eitt øki, ið fer at rúma størsta virkseminum innan skúlaskap her á landi nakrantíð.

 

Her vera miðnámsskúlin Glasir, Skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, barnagarður og ymiskt handilsvirksemi. Borgarstjórin ynskti arbeiðtakaranum Konsax góðan byr við arbeiðnum.

 

Les eisini Seks ljóskurvar í Marknagili