Nú byrjar HM

- Støðið hevur ikki verið serliga høgt í HM enn, men nú liggja fleiri spennandi dystir fyri framman, sigur Hans Holm. Hann heldur eisini, at bæði Danmark og Ísland eru ov óstøðug til at røkka allan vegin í HM

Vit eru farnir ein túr niðan í J. H. Schrøtersgøtu at vitja fyrrverandi formannin í hondbóltssambandinum, Hans Holm. Inni í stovuni er sera hugnaligt. Ein hornasofa við einum borði, fleiri málningar á vegginum og so eitt stórt sjónvarp mitt á gólvinum, sum vísir støðurnar í heimsmeistaraskapinum í hondbólti hjá monnum.
Júst heimsmeistaraskapið er grundin til, at vit eru farnir at vitja Hans henda kalda týsdagin mitt í januar. Hann hevur nevniliga játtað at geva sítt íkast til kjakið um HM-endaspælið í manshondbólti.
 
Spennandi dystir í væntu
Hans Holm sigur, at hann hevur fylgt við í hondbólti í nógv harrans ár. Hann roynir eisini at fylgja við enn, og í hesum HM-endaspælinum hevur hann sæð onkran dyst, sum er blivin vístur í donskum sjónvarpi.
Hann heldur tó ikki, at HM veruliga er komið í gongd enn.
- Støðið hevur ikki verið serliga høgt í kappingini enn. Fyrsti heilt góði dysturin, sum eg sá, var dysturin millum Týskland og Pólland mánakvøldið, og undan hesum hevði verið so sum so við góða spælinum. Nú liggur millumspælið tó fyri framman, og hesum bíði eg spentur eftir, tí tá vera fleiri spennandi dystir í væntu.
 
Danmark og Ísland ov óstøðug
Vit spurdu síðani Hans, hvat hann væntaði av grannalondum okkara, Danmark og Íslandi. Hann sigur seg ikki vænta tað heilt stóra.
- Danir eru snøgt sagt ov óstøðugir. Teir kunnu til tíðir spæla sera góðan hondbólt, men teir tykjast hava trupulleikar í bakketuni, og tí eru úrslitini helst eisini ov óstøðug. Eisini Ísland er heldur óstøðugt. Eg kenni ikki so nógv til teir, men úrslitini vísa at liðið manglar stabilitet.
Annars leggur hann afturat, at hann væntar sera nógv av Fraklandi, sjálvt um teir taptu stórt fyri Íslandi í seinasta dystinum í innleiðandi unfarinum. Hann heldur, at franskmen hava gott fólk á øllum plássum, og so hava teir eisini profilar, sum kunnu taka ábyrgd, tá á stendur. Her nevnir hann unga vinstra bakkin, Nikola Karabatic, sum hann metir vera ein av heimsins allarbestu hondbóltsleikarum.
 
Ongan yndisleikara
At enda segði Hans Holm, at honum ikki dámar væl at velja ein yndisleikar.
- Eg havi ongan ávísan yndishondbóltsleikara. Mær hevur ongantíð dámt hetta við at kjósa árins verjuleikara, ársins áleypara, ársins spælara og so víðari, tí at eg haldi, at liðið hevur størri týdning enn einstaki spælarin. Tó skal eg leggja afturat, at tað finnast nógvir óvanliga góðir hondbóltsleikarar í heiminum.
Millum leikararnar, sum Hans Holm tekur fram um, er m.a. Nikola Karabatic hjá Fraklandi, men til síðst legði hann afturat, at honum dámdi sera væl donsku vergurnar.
- Donsku vengurnir eru ótrúliga stuttligir at hygga eftir. Teir skora mest sum hvøja ferð teir koma leysir, og tí má eg siga, at teir eisini mugu metast at vera millum bestu leikararnar, allir sum ein.