Nú byrjar G! Festivalurin av álvara

Í kvøld spælir heimskenda songkvinnan MØ í Syðrugøtu

Í gjárkvøldið tjóvstartaði G! Festivalurin á tjaldingarplássinum og við fótbóltsdysti á stórskíggja, og í dag byrjar festivalurin av álvara.

Klokkan 17:15 verður fyrsta framførslan á ársins G! Festivali. Tað er Benjamin Rajani, sum fer at spæla á Spæliplássinum.

Stóra navnið í kvøld – og helst á G! Festivalinum sum heild hesaferð – er danska songkvinnan MØ, sum er kend um allan heimin. Hon spælir á sandinum í Syðrugøtu í kvøld kl 00:30.

Í dag ber eisini til at hoyra Bilderbuch, Konni Kass, Baskery og fleiri.

G! Festivalurin heldur fram fríggjdagin og leygardagin.