Nú byrjar at líkjast? og klappini runga!

Tað er sjón fyri søgn, nú prosessin er vend á høvdið ? at sjálvt í gaddajørð kann sáð bera ávøkst.

 

Bjarni Djurholm



Tað er sjón fyri søgn, nú prosessin er vend á høvdið ? at sjálvt í gaddajørð kann sáð bera ávøkst.

Hóskvøldið 1. februar 2001 skipaði løgmaður fyri tíðindafundi um nýggju sjálvstýristilgongd landsstýrisins. Hóast enn er langt á mál, so var boðskapur løgmans greiður, nú verður lagt á pragmatiska leið - við eini fólkaatkvøðu í bakinum at røkka semju við danir um sjálvstýristilgongdina.

At landsstýrið loksins er vorðið samt um at venda sjálvstýristilgongdini á høvdið, eru mong sum frøast um. Farnu trý árini er ávarað móti framhaldandi krampakent at halda fast við fullveldistøkuni sum fyrsta stigið. Tað hevur ligið á ljóði, at so verður kvett á stokkinum við 4 ára skiftistíð. Samstundis er lítið komið burturúr at tillaga samfelagsbúskapin at vera sjálvberandi ? at sleppa úr heimastýrisbúskapinum.

Í sambandi við viðgerðina av ólavsøkurøðu løgmans í august í fjør, mælti undirritaði enn einaferð til at venda sjálvstýristilgongdini á høvdið. Orðini vóru hesi:

?Nú landsstýrið staðfestir, at við verandi samráðingargongd er skiftistíðin ultimativt 4 ár, og at sáttmáli Føroyar og Danmarkar millum eftir hesum leisti hvørki eigur parlamentariskan meiriluta ella stuðul millum manna, so er neyðugt at tillaga samráðingaruppleggið til henda veruleika, og, sum eg síggi tað, so er tað gjørligt uttan at sleppa málsetninginum í samgonguskjalinum.

Tí kundi tað verið eitt uppskot, at processin varð vend á høvdið. Raðfylgjan í tilgongdini um fullan suverenitet kann ikki vera avgerandi fyri um málið verður egg ella ungi.

Tað kundi verið ein gongd leið, at samantvinnanin av suvereniteti og skiftistíð varð liðað sundur og landsstýrið so miðjar eftir at gera sáttmála við suvereniteti sum endaliga málsetning.

Hetta kann fremjast, um sáttmálin Føroya og Danmarkar millum ásetir, at løgtingið einsamalt hevur heimild at yvirtaka øll málsøki og at gjaldingin fyri hvørt málsøki sær verður at gjalda av landskassanum so hvørt, sum yvirtikið verður og/ella valt verður at gjalda fyri longu yvirtikin mál. Sostatt hevði tað verið gjørligt hjá okkum at skipa fíggjarligu skiftistíðina eftir tí áramáli, sum parlamentariski meirilutin metir at vera rætt, og hevði hetta eisini sampakkað við setning landsstýrisins um at skipa skiftistíðina eftir okkara for-treytum.

Vinnur slíkt uppskot frama og vilji er at yvirtaka málsøki fyri 50, 100 ella fleiri mio um árið og skiftistíðin verður samsvarandi (í øvugtari raðfylgju) 4, 8 ella fleiri ár ? so verður tað løgtingið og í síðsta enda føroyski veljarin, sum fer at hava endaligu avgerðina.

Hetta uppskotið ella skipan gevur okkum ikki suverenitet frá fyrsta degi, men málsetningurin er greiður ? stjórnarvald Føroya hevur málsræði á øllum yvirtiknum málum. So hvørt sum felagsskapurin landanna millum verður tómdur fyri pengar, verður minni og minni, ið forðar fyri, at suvereniteturin gerst veruleiki, ger løgtingið av at skipa Føroyar sum fullveldi. Slíkur sáttmáli er eisini í samsvar við setning samgongunnar og verður eisini trupul hjá donsku stjórnini at vísa frá sær?.

Hesi vóru orðini 3. august í fjør. Móttøkan var ymisk. Meðan summir flokkar tóku undir við upp-skotinum, so vóru aðrir greitt ímóti at venda processini á høvdið og soleiðis slóða fyri pragmatiskari loysn á ríkisrættarliga knútinum Føroya og Danmarkar ímillum.

Í november gjørdi løgmaður hol í sjógv og samdist við statsministaran um at seta niður embætisfólk at gera niðurstøður um praktisku viðurskiftini í sambandi við yvirtøkur undir heimastýrisskipanini og seta upp sokallaðan negativlista um tey mál, sum ikki kunnu yvirtakast fyrr enn sjálvstýrið er veruleiki.

Niðurstøðurnar hjá føroysku/donsku embætisfólkunum vera almannakunnugar í næstum. Spennandi verður at síggja, hvussu hesar fáast at sampakka við nýggju sjálvstýristilgongdina, sum lýst varð hóskvøldið. Í samandrátti er nýggja tilgongd landsstýrisins nú henda:

1. Innan fyri heimastýriskarmin verða øll málsøki so við og við løgd undir føroyskt málsræði. Henda tilgongd skal vera liðug í 2012.

2. Skipan av búskapargrunni skal tryggja búskaparligu skiftisskipanina.

3. Heildarætlanin úr Danmark verður stigvíst minkað burtur.

4. Fólkaatkvøða um fult sjálvstýri verður í 2012.


Hóast mong løgfrøðilig ivamál skulu greiðast, áðrenn innihaldið í ætlaðu fólkaatkvøðuni 26. mai 2001 endaliga verður ásett, so hevur landsstýrið í nýggju sjálvstýristillagingini loksins skotið upp tilgongdina sum kann leiða á mál.

Tað er eyðsýnt, at nýggja sjálvstýristilgongdin er í fullum samljóði við tilmælið frá undirritaða í august í fjør. Tá vóru tjóðveldismenn ikki sørt firtnir um uppskotið at venda processini á høvdið. Men ofta etur hundur tað hann havnar ? sigst.

Undir tíðindafundinum hóskvøldið, har landsstýrið avdúkaði nýggju pragmatisku sjálvstýrisleiðina, kvitteraði ein samdur tjóðveldistingmannabólkur nú við rungandi lógvabrestum!

Tí kann ikki annað sigast enn at sjálvt í gaddajørð kann sáð bera ávøkst.