Nýbygningur sjósettur í Søldarfirði

Tað var ein stórur dagur hjá Jóan Jakku Johannesen og familju hansara í Søldarfirði, tá nýggi AWI-báturin hjá teimum varð sjósettur

Nýbygningur

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýbygningur verður sjósettur í Søldarfirði, men seinnapartin leygardagin upplivdu fólk eina slíka løtu.

Jóan Jakku Johannesen og synir hansara, sum í nógv ár hava roynt eftir brislingi og sild á Skálafjørðinum við Nordafar-bátinum Katrini, hava nú latið nýggjan bát byggja.

Nýggja Katrin, sum eri ein AWI-bátur, er slakar 42 føtur langur, og hann er væl beiðari enn ein vanligur AWI 33, sum er grundarlagið undir nýggja fiskifarinum.

Tað gekk væl at flyta bátin, sum er riggaður til í túninum hjá Jóan Jakku, oman á bryggjuna.

Ein stórur krani hjá Mekanik lyfti bátin á ein vogn, og síðan syrgdi ein lastbilur hjá Vónini fyri, at báturin kom trygt oman á bryggjuna í Søldarfirði, har hann aftur varð lyftur upp av vogninum og settur á sjógv.

Ein minni lastbilur koyrdi aftaná báti og lastbili og skuldi vera til reiðar at halda eftir, um báturin, sum vigar eini 15 tons, fekk ov nógva ferð omaneftir vegnum.

Væl av fólki fylgdi sjósetingini, og stórur áhugi var fyri hesum nýggja og sera snotuliga fiskifari hjá Jóan Jakku og børnum hansara.

Nýggi báturin ber gamla navnið Katrin, sum er eftir einastu dóttrini, ið hjúnini í Søldarfirði eiga.

Í fleiri ár hevur familjan verið savnað um virksemið at veiða brisling, sild og hummara.

Við nýggja farinum skuldu umstøðurnar nú verið uppaftur betri enn áður.

Vit ynskja Jóan Jakku og familju hansara tillukku við nýbygninginum.