Óvissa
Seinast í januar komandi ár kemur nýggja Norðborg, sum verður smíðað í Chili, heim til Føroya. Hetta er nýbygningur hjá Kristiani Martin Rasmussen og synum í Klaksvík. Sáttmálaprísurin er 240 miljónir krónur. Sambært upprunaliga byggisáttmálanum skuldi skipið latast eigarunum 26. august í ár, men ymiskar seinkingar hava gjørt, at skipið verður latið fimm mánaðar seinni enn ætlað.
Í slíkum sáttmálum kemur byggiharrin at lata dagbøtur, tá farið verður út um sáttmálatíðina, og hetta bøtir nakað um hjá reiðarínum.
Felagið í Klaksvík hevur selt Christian í Grótinum úr flotanum, og skipið er nú statt í Panamaveitini.
Ein føroyingur er umborð, nú skipið verður siglt til nýggju eigararnar. Tað er maskinmeistarin, Esmar Muller.
Ivasom útlit
Kristian Martin Rasmussen, sum var við í samráðingarnevndini í Ruslandi um nógv umrødda fiskiveiðisáttmálan, sigur, at stóri niðurskurðurin í svartkjaftakvotuni kemur ikki væl við hjá føroysku nótaskipunum.
- Vit vóru 12 fólk við í Ruslandi, men fyri okkum var hetta alt til onga nyttu. At síggja til, var alt avgjørt longu, áðrenn vit komu til Ruslands.
Reiðarin sigur, at tvey umboð vóru fyri Felagið Nótaskip. Tað vóru hann sjálvur og stjórin í felagnum, Jógvan Jespersen. Verksmiðjuskipini høvdu trý umboð við, reiðararnar Hanus Hansen og Mortan Johannesen og skiparan, Eyðun á Bergi.
- Vit vóru við til onga sum helst nyttu. Úrslitið vendir púrasta skeivan veg. Hetta er ein katastrofa, og eg eri púrasta sjokkeraður.
Kristian Martin Rasmussen sigur, at sjálvandi vóru teir, sum umboða verksmiðjuskipini, væl nøgdir, men tað vóru nótamenninir ikki.
- Vit vóru til reiðar at taka eina uppgerð við russar, har kvotuvirðið landanna millum verður regulerað, nú heildarkvotan av svartkjafti er so nógv skorin, men her kom eingin sum helst uppgerð.
Reiðarin vísir á, at nú royna so løgtingsmenn at
fáa fiskiveiðisáttmálan við Rusland fyri uttanlandsnevndina ella løgtingið, men hann væntar ikki, at úrslitið verður broytt.
Lutfallið broytast
Kristian Martin er sannførdur um, at hetta var rætta løtan at tikið uppgerðina við Rusland og kvotubýtið.
- Í sínari tíð bygdu sínámillum samráðingar um fiskiveiðikvotur á toskavirði, men soleiðis er ikki í dag. Virðið á ymisku fiskasløgunum broytist, og soleiðis lutfallið eisini.
Reiðarin sigur seg minnast, at tá Atli P. Dam, sáli, í 1977 gjørdi fyrsta fiskirættindarsáttmálan við Rusland, var býtislutfallið 20.000 tons av toski fyri 60.000 tons av svartkjafti.
- So stórt virðið hevði svartkjafturin tá fyri russar.
Kristian Martin sigur, at tey stívliga 40.000 tonsini, sum tey sjey føroysku nótaskipini nú eiga av svartkjafti í 2009, er minni enn tað, sum eitt nú Christian í Grótinum einsamallur hevur fiskað um árið.
- Tey 11 árini, vit hava havt skipið, hevur svartkjaftaveiðan hjá Christiani ligið millum 40.000 og 60.000 tons, og hetta hevur soleiðis verið meira enn helmingurin av grundarlagnum undir skipinum. Nú skulu hesi 40.000 tonsini, umframt kanska eitt lítið avlop frá árinum í ár, býtast millum sjey skip.
Hetta merkir, sigur reiðarin, at svartkjafturin í komandi ári bert verður viðfáningur hjá hesum skipum.
Makrelurin
Í ár hava føroysku nótaskipini fiskað 185.000 tons av svartkjafti. Enn er árið ikki liðugt, og tí er ikki vist, hvussu nógv – ella um nakað – verður eftir av kvotuni at flyta til komandi ár.
Kristian Martin ásannar, at økta makrelkvotan komandi ár fer at merkja nakað fyri nótaskipini, men ikki nær til so nógv, sum mist verður í svartkjaftinum.
- Útrokningar vísa, at nótaflotin við skerdu svartkjaftakvotuni og avtaluni við russar kemur at missa landingarvirðir fyri einar 90 miljónir krónur, samstundis sum virðið av øktu makrelkvotuni verður 16 miljónir krónur.
Hann vísir á, at netto landingarvirðið hjá nótaskipunum í komandi ári helst verður einar 73 miljónir krónur minni enn í ár, og tá er hædd eisini tikin fyri lækkaðum prísum.
- Aftrat hesum kemur so tað, sum í fyrsta lagi ídnaðarvirkið Havsbrún missir og soleiðis føroyska samfelagið annars, leggur Kristian Martin Rasmussen aftrat.