Nýbrot í føroyskum politikki

Líka síðan fyrstu politisku flokkarnir vórðu stovnaðir fyrst í 1900 talinum hevur føroyskur politikkur verið eitt langt stríð í spurninginum um sjálvstýrið og samband. Hetta aldargamla politiska haftið og ideologiska symbiosan hevur verið ein meinbogi fyri allan føroyskan politikk og hevur spjatt okkum sum tjóð og fólk heldur enn at fingið okkum at staðið saman. Somuleiðis hevur hetta politiska tvíbýtið havt sera óheppin árin á onnur politisk viðurskifti, sum ikki hevur tænt samfelagnum.

Ólavsøkurøða løgmans má tí sigast at vera eitt nýbrot í føroyskum politikki í royndini at loysa okkum úr aldargamla politiska haftinum. Í ólavsøkurøðuni vísti løgmaður veruliga, at hann er løgmaður fyri alt føroya fólk og ikki bara formaður fyri sambandsflokkin, og í mínum eygum vísti løgmaður karakter. Tað er ikki uttan trupulleikar at vilja broytingar og nýgerð, at bróta konventionellu murarnar er ongantíð lætt, heldur ikki hjá løgmanni, sum hóast alt er formaður Sambandsfloksins, ið hevur ríkisfelagsskapin sum stavnhald. Men løgmaður hevði dirvið til at bróta tøgnina og flyta fyrsta steinin.

Realistiskt sæð kunnu vit tó neyvan vænta okkum loysing við Sambandsflokkinum í morgin. Tað verða snávingarsteinar á vegnum, tað verða óslættar gøtur at ganga, tað verða løtur har vit verða noydd at steðga á at hvíla okkum, áðrenn vit náa á mál, men at ein kós er løgd, eiga vit at taka sum eina stórhending. Latið okkum taka orð løgmans á Ólavsøku til okkum og ynskja honum hepna hond innanfloks, og latið okkum standa saman um eitt nýbrot í føroyskum politikki, sum kann blíva veruleiki, um vit standa saman í politisku skipanini.