Nú ber til at tosa í telefon í øllum tunlunum í Føroyum

Hetta er fyrst og fremst fyri at tað skal bera til at fáa skjóta hjálp, sigur Landsverk

Nú ber tað til at tosa í fartelefon í øllum tunlunum í Føroyum. Landsverk sigur, at hetta er eitt tiltak, Landsverk hevur arbeitt fram ímóti fyri at bøta um trygdina, Serliga verður hugsað um, at fáa fatur á hjálp, skuldi nakað verið áfatt.

 

Teir síðstu tunlarnir at fáa fartelefonsamband, eru teir í Kalsoy. Tað eru mest tey, sum hava hald frá Føroya Tele, sum fáa samband í tunlunum, men Hey upplýsir fyri Landsverki, at eisini tey arbeiða við málinum, og í heyst kunnu eisini tey, sum hava telefon frá Hey, tosa í fartelefon í tunlunum.

 

Landsverk sigur kortini, at tað mest avgerandi er kortini, at nú riggar tað at ringja á 112 eftir bráðhjálp, sama hvønn veitara telefonhaldarin hevur.

 

Landsverk sigur, at arbeitt verður eisini við at seta eldsløkkjara, rýmingarljós, og aðra trygdarutgerð, har ikki annað ljós er, men enn er ikki komið á mál við tí.