Nú ber til at kunna seg um á netinum, hvar mann kann parkera í miðbýnum í Havn, og hvussu leingi bilurin kann standa á ymsu básunum í kommununi. Tórshavnar kommuna lagt eitt talgilt kort út á torshavn.fo, har tað ber til at síggja allar parkeringsbásarnar í kommununi.
- Til tess at geva borgarum og vitjandi eina betri talgilda tænastu, ber til at fáa dagførdar upplýsingar um staðsetingar og møguligar tíðaravmarkingar á parkeringsbásum á Argjum, á Hálsi og í miðbýnum, sigur Tórshavnar kommuna.
Kortið verður stigvíst víðkað til at fata um alla kommununa. Kortið sæst HER.