Ð nú bæði við og fyri kvinnur

Nýggja útgávan av Ð er komin í handlarnar, hesaferð er tó talan um tvey bløð í einum. Blaðið er býtt upp í mannfólkablaðið Ð og konufólkablaðið Frúgv.

Leingi gekk, áðrenn tað nýggja Ð blaðið kom út, og leysasøgur hava vilja verið við, at blaðið enn einaferð var lagt á hillina, men nú er tað her og kann keypast kring alt landið.
Blaðið er deilt uppí tvey, so atkonufólk eisini nú kunna keypa blaðið. Kvinnublaðið eitur Frúgv og í tí verður millum annað skrivað um fitness, mat, litir og Hollywood sjeikar. Ð blaðið er tó tað sama við nógvum konufólkum, ikki færri enn fimm modellum. Umframt øðrum, ið sambært blaðstjóranum ikki skal takast við ov stórum álvara. Her er m.a. talan um prát við blaðstjóran á Oyggjatíðindi, Dan Klein.