Nú búgva 48639 fólk í Føroyum

Tann 1. juni búðu 48.639 fólk í Føroyum. Hetta eru 217 fleiri enn somu tíð í fjør og 228 fleiri enn við ársbyrjan. Eins og í fjør hevur fólkatalið verið vaksandi frá 1. februar til 1. juni, men vøksturin er størri í ár. Fyrstu 5 mánaðirnar í ár var vøksturin 228 fólk, móti 106 fólkum sama tíðarskeið í 2007.

Sammeta vit fólkatalsbroytingarnar fyrstu 5 mánaðirnar í ár og í fjør, síggja vit, at serliga flytingin er orsøk til tann størra fólkavøksturin í ár, við tað at tilflytingin var størri og fráflytingin var minni í ár enn í fjør. Eisini burðaravlopið (munurin á føddum og deyðum) var eitt sindur størri fyrstu 5 mánaðirnar í ár sammett við seinast ár, skrivar Hagstovan.