Nú arbeiða fleiri í byggivinnuni enn í fiskivinnuni

Fyri fyrstu ferð eru tað fleiri enn 27.000 løntakarar í Føroyum.

Góða gongdin i fólkatalinum sæst eisini aftur í løntakaratalinum. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru fleiri enn 27.000 løntakarar í Føroyum.

 

Talið á løntakarum í juni var 27.066. Talan er um 14.064 menn og 13. 002 kvinnur. Fyri bæði kynini er eisini talan um met. Hóast talið á løntakarum veksur bæði hjá kvinnum og monnum, so veksur munurin millum kynini eisini, tí talið á mannligum løntakarum veksur skjótari enn á kvinnuligum. Søguliga hevur munurin tó verið størri enn hann er í dag, vit skulu ikki longur aftur enn eini 10 ár, til beint undan bankakreppuni.

 

Hetta er eisini fyrstu ferð, at talið á løntakarum í byggivinnuni er hægri enn í fiskivinnuni. Nú arbeiða 4.185 fólk í byggivinnuni, meðan 4.168 arbeiða í fiskivinnuni, sambært Hagstovuni. Talið á arbeiðsfólki í fiskivinnuni hevur ligið støðugt um 4.000 seinastu 10 árini, men seinastu fimm árini ella so er talið á løntakarum í byggivinnuni voksið við 1.000 fólkum. Viðmerkjast skal, at í hesum føri merkir byggivinnan skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting, meðan fiskivinnan merkir landbúnaður, fiskiskapur, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinna, fiskavøruídnaður og ótilskilað v.m.

 

Annars arbeiða 9.608 fólk í almennum tænastum og 9.105 í privatum tænastuvinnum.