Fríggjakvøldið verður eitt serligt tiltak í Glyvra kirkju í sambandi við, at 200 ár eru liðin síðan Mendelssohn varð borin í heim Fríggjakvøldið klokkan 20 letur Glyvra kirkja upp við einum deilt serligum tiltaki við heitinum myndlist og tónlist.
Í forkirkjuni hevur Heðin Kambsdal framsýning við málningum sínum, og hann fer aftaná at spæla nøkur urguløg eftoir Mendelssohn, sum hann eisini fer at siga nakað um, og Oggi Lamhauge fer at greiða frá listini hjá Heðini Kambsdal.
Alla næstu viku verður kirkjan opin millum klokkan 20 og 22, tá ið fólkkunnu fara í kirkjuna at njóta kvirruna, og hava tey hug til tess, kunnu tey tendra ljós í kirkjukolbuni.
Mánakvøldið, mikukvøldið og fríggjakvøldið verður kvøldbøn eisini.
Kirkjan endfar mentanarvikuna í Runavík við dangkvøldið sunnukvøldið.