Myndir: Valdagur í Grønlandi

Klokkan níggju í morgun lótu valhølini upp í teimum 72 valstøðunum í Grønlandi, nú grønlendingar skulu velja hvør skal mynda Inatsisartut næstu fýra árini.


232 valevnir í sjey flokkum bjóða seg fram at umboða tey 40.840 borgararnar, ið hava valrætt í dag.


Serliga er spenningur knýttur at, um tað verður IA við Sara Olsvig á odda ella Siumut við Kim Kielsen á odda, ið gerst størsti flokkur og harvið fær fyrsta møguleikan at skipa stjórn eftir valið. Kim Kielsen, ið er sitandi landsstýrisformaður, hevur frammanundan boðað frá, at um IA verður størsti flokkur á valinum, so letur hann tey fáa samráðingarrættin.


Valhølini lata aftur klokkan 20 grønlendska tíð.


Ritzau Scanpix eigur rættindini til hesar myndirnar frá valdegnum.