Ólavur Hátún, sum í áratíggjur hevur verið ímyndin av føroyskum kórsangi, hevði fingið æruna at seta ólavsøkuna í ár. Í røðuni lýsti Ólavur gongdina í samfelagnum fram til dagin í dag. Eisini nam hann við nøkur aktuel mál so sum føroyska stavraðið.
Nøkur túsund fólk vóru komin oman í góðveðrinum. Børn høvdu fingið eina ballón frá foreldrunum, tilkomin stóðu og prátaðu við kenningar um munin á ólavsøkuna fyrr og nú, og ungdómar vóru farin á ólavsøku fyri fyrstu ferð í sínum nýggju føroysku klæðum. Ja, stórt sæð alt slag av fólki var savnað millum Gamla Bókhandil og turra springuvatnið í Havn.
Veðrið er enn frálíkt. Lýtt í veðrinum og onki regn. Hann sigur frá góðum veðri heilt til midnátt.