Felagsskapurin Sea Shepherd, sum síðani áttati árini hevur stríðst ímóti grindadrápi, roynir støðugt at fáa nýggjar limir og stuðul til sítt virksemi.
Um vikuskiftið var stórur tónleikafestivalur í Barcelona, og í einum av básunum, sum var best plaseraður á festivaløkinum, breiddi Sea Shepherd seg við sínum propaganda.
Ymiskar myndir vóru brúktar til at fanga uppmerksemi hjá festivalgestunum, og teirra millum vóru stórar myndir av dripnum hvalum í grindadrápi í Klaksvík.