Myndir: Miðbýurin lýstur upp av Vetrarljósi

Her eru nakrar myndir frá kvøldinum

Fyri sjeyndu ferð hevur verið skipað fyri tiltakinum Vetrarljós í Havn.

Vetrarljós er eitt tiltak, sum fevnir um ein heilan dag í høvuðsstaðnum, har miðbýurin verður lýstur upp av ljósinstallatiónum og øðrum ljósi.

Í stuttum er hetta ein dagur, sum bjóðar ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki, ljóslist og framsýningum.

Tað er Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.

Niðan fyrieru nakrar myndir, sum myndamaður okkara Álvur Haraldsen tók í gjárkvøldið.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##