Myndir: Mótmælistiltak uttan fyri Løgtingið

Tey, ið ikki finna seg í nýggju sjófeingislógini, mótmældu seinnapartin

- Hoyrt!

Soleiðis róptu nógv av teimum, sum í dag vóru møtt upp á Vaglinum uttan fyri Løgtingið seinnapartin, til teir nógvu røðararnar, ið tóku orðið til mótmælistiltakið "Fiskurin er fólksins ogn".

Mótmælt varð ímóti sjófeingislógini, sum samgongan sambært mótmælarunum ætlar at trumfa ígjøgnum. Skipað varð fyri mótmælisgongu, og síðani vóru røður á skránni, og Sámal Ravnsfjall spældi nøkur løg. Til síðst var orðið frítt, og tá nýttu fleiri borgarar høvið at siga sína meining og vísa sína misnøgd um ætlanirnar hjá samgonguni.

##med2##

- Vit mótmæla, at Løgtingið ætlar endaliga at geva fiskiríkidømið hjá øllum føroyingum til nøkur fá, sum frítt kunnu keypa og selja tað víðari til útlendingar. Verður uppskotið samtykt, vendist ikki aftur, siga fyrireikararnir.

##med3##

Til ber at síggja fleiri myndir frá mótmælistiltakinum við at trýsta á kassan undir her.

##ms##