Myndir: Hjarnar, Robert og hini syrgdu fyri stóru finaluni á Ljósfestini

Ljósfestin í Vági endaði í gjárkvøldið við einum konsertbraki.

Ljósfestin, sum hevur verið i Vági hesa vikuna í samband við 100 ára hald fyri elverkinum í Botni, endaði í gjárkvøldið við einum konsertbraki.

 

Eftir at Lív Næs og Tróndur Enni høvdu verið á stóra pallinum við sínum kendu løgum, vóru mentanarheiðurslønir handaðar. Heiðursbræv og gávu fingu Robert McBirnie, Niels Petur Nolsøe og Poul Andreasen.

 

So setti Robert McBirnie og manning hansara ferð á tónleikin. Uni Debess, Danny og Ingi og Eyðun Nolsøe høvdu síðani góðar framførslur, og megnaði serliga Eyðun Nolsøe at fáa fjøldina at syngja við.

 

Síðani fór stórur bólkur á pall. Georg eystan Á og Ronnie Nielsen høvdu savnað sær góða manning. Georg og Ronnie hugleiddu um barna- og ungdómsdagar í Sumba, og skúlagongd í Vági, har teir m.o. høvdu Robert til lærara.  Á skránni vóru mangar av perlunum, sum teir báðir hava verið við til at skapa, vit kunnu nevna Sa Sa Sa Sa og Flag.

 

Síðani var høvuðsnavnið eftir; Hjarnar. Og Hjarnar syrgdu fyri at kvøldið endaði við einum braki, tá teir, væl leikandi, spældu kend løg, sum fólk kendu og høvdu glett seg til at hoyra og syngja við til.

 

Sonne Smith og Gissur Patursson vóru frásøgumenn og diskarar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##