Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes spældu í kvøld dyst á útivølli móti Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við greiðum 31-23 sigri til Bergen. Í steðginum var Sandnes í ringum skørum. Tá var heimaliðið frammanfyri við 11 málum, 19-8.
Pauli bjargaði seks av 25 málroyndum, tá hann var á vøllinum. Harímillum var ein brotskastsbjarging.
Sandnes er næstaftast í deildini við 10 stigum. Halden og Bækkelaget hava eisini 10 stig, og frammanfyri tey hevur Kristiansand 12 stig. Follo og Fjellhammer hava 13 stig hvør, so tað er háspenningur í botnstríðnum.
Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Sandnes dyst á heimavølli í einum sera týðandi dysti móti Follo.











