- Eg havi málað nógvar ymiskar málningar, men eg haldi meg tora at siga, at mest eftirspurdu málningarnir eru einglarnir, sigur Andrea Kjeld. Álvur Haraldsen tók myndirnar í FK í Hoyvík í dag

Myndir: Forvitnislig list í FK í Hoyvík

- Eg elski at mála einglar, og einglarnir eru mínir hjartamálningar, sigur Andrea Kjeld, ið eigur málningarnar, sum hanga trappuuppgongdini í FK í Hoyvík

- Eg havi málað nógvar ymiskar málningar, men eg haldi meg tora at siga, at mest eftirspurdu málningarnir eru einglarnir, sigur Andrea Kjeld. Álvur Haraldsen tók myndirnar í FK í Hoyvík í dag

Andrea Kjeld hevur nú fyri aðru ferð prýtt uppgongdina í FK í Hoyvík við sínum málningum, og hesir kunnu síggjast her uppi tær komandi vikurnar.

Hon hevur fingist við at mála í fleiri ár, og hon hevði sína fyrstu framsýning í Atelier Gráastein í Saltnesi í 2017.

Hetta er so aðru ferð, at málningarnir hjá Andreu Kjeld eru at síggja í FK í Hoyvík, har teir prýða trappuuppgongdina. 

Málningarnir fara helst at hanga tað, ið eftir er av hesum árinum. 

- Hetta er ikki beinleiðis ein søluframsýning, men hava fólk áhuga í onkrum málningi, eru tey vælkomin at venda sær til mín – antin á tlf. 219087 – ella á andrea.kjeld@icloud.com

Motivini hjá Andreu Kjeld eru eitt nú kvinnur, børn og landsløg, men tað er einki yvir at dylja, at mest afturvendandi motivini eru einglarnir.

- Eg elski at mála einglar, og einglarnir eru mínir hjartamálningar, sigur hon.

Andrea Kjeld leggur aftrat, at fólk eru hugtikin av málningunum - ikki minst, har einglarnir eru høvuðsmotivið.

- Eg havi málað nógvar ymiskar málningar, men eg haldi meg tora at siga, at mest eftirspurdu málningarnir hjá mær eru einglarnir, leggur hon aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

- Eg havi málað nógvar ymiskar málningar, men eg haldi meg tora at siga, at mest eftirspurdu málningarnir eru einglarnir, sigur Andrea Kjeld. Álvur Haraldsen tók myndirnar í FK í Hoyvík í dag