Myndir: Føroyar – Spania 1-4

Føroyar taptu í gjár 4-1 móti Spania í EM-undankappingini. Her eru myndirnar hjá In.fo

Føroyar taptu í gjár 4-1 móti Spania á Tórsvølli í EM-undankappingini. Tað var útselt á Tórsvølli til dystin, sum bleiv spældur í góðum líkindum. Teitur M. Gestsson og Árni Frederiksberg byrjaðu á fyrsta sinni inni fyri føroyska A-landsliðið í undankapping

##med2##

Sergio Ramos setti nýtt met sum mest vinnandi landsliðsspælarin nakrantíð. Hann byrjaði sjálvur málveitsluna eftir bara fimm minuttir. Aftaná eitt korter økti Jesús Navas til 2-0. Hesa løtuna var føroyska liðið fleiri ferðir framvið.

##med3##

Tað gav eisini úrslit, tá Klæmint A. Olsen eftir hornaspark setti stórutá á bóltin og skoraði móti heimsins dýrasta málverja, Keba Arrizabalaga.

##med4##

Í seinna hálvleiki høvdu gestirnir bóltin nógv, men føroyska liðið vardi væl. Tað endaði við, at framrættaði bakkurin hjá Valencia, José Gayá, skoraði til 4-1, sum eisini bleiv úrslitið.

##med5##

Føroyska avrikið var á nógvum økjum góðkent, tá hugsað verður um at vit spældu móti Spania, sum er í heimsflokki. Her eru allar myndirnar, sum myndamenninir hjá In.fo tóku til dystin.

##med6##

##ms##