Myndir: Nú er Dalstunnilin skotin ígjøgnum

Væl av fólki var samankomið í Dali í dag til hátíðarløtuna, tá Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum. In.fo var á staðnum, og her eru nakrar myndir frá løtuni.

Tað var nakað av vindi, men turt, tá hátíðarhaldið byrjaði í Dali seinnapartin í dag, og væl av fólki var til løtuna. Sum løtan leið, fór at regna, men tað órógvaði ikki hátíðarhaldið í Dali.

 

Sjálvt tiltakið varð hildið niðri í bygdini við snikkaraverkstaðin hjá Bødvari Hjartvarssyni, og seinasta skotið varð latið av uppi við tunnilsmunnan, meðan fólk stóðu við verkstaðin og hugdu niðan.

 

Áðrenn seinasta skotið varð latið av, spældi messingbólkurin Kojak nøkur livandi og frísklig løg, og teir spældu eisini í løtum undir tiltakinum - fleiri vælljómandi løg tilsamans.

 

Kojak settu sín serstaka dám á hátíðarhaldið.

 

Nakrar røður vórðu hildnar. Stjórin í Landsverki, Sigurd Lamhauge, røddi um, hvussu arbeiðið inni í tunlinum hevði gingist, og hann fegnaðist um, at eingi óhapp høvdu verið undir arbeiðnum.

 

Hann segði, at trygdin hevur verið sett í hásæti alla tíðina, og soleiðis verður eisini í tíðini, sum kemur, tá restin av arbeiðnum skal gerast.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, helt eisini røðu.

 

Hann fegnaðist um, at Dalsbygd nú fær eitt nógv betur og tíðarhóskandi samband við restina av Sandoynni og við meginlandið í Føroyum, nú Sandoyartunnilin letur upp um fáar vikur.

 

Varaborgarstjórin í Húsavíkar kommunu, sum Dalur er partur av, Símun Johannesen, helt eisini røðu vegna kommununa, og hann fegnaðist eins og undanfarnu røðarar um nýggju farleiðina, sum nú kemur.

 

Tann, sum fekk heiðurin at lata seinasta skotið í Dalstunlinum av í dag, var Anfinn Johannesen í Dali, ið starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í meira enn 40 ár, har hann gavst í 2013. 

 

Tað var eitt rættiligt buldur, og fólk hvukku við, tá seinasta skotið varð latið av, og roykur stóð út úr tunnilsmunnanum. Við hesum seinasta skotinum er Dalstunnilin nú skotin ígjøgnum. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##