Mylnuhúsið fyllir 10 ár í dag, og tí verður opið hús seinnapartin. Í samband við at Mylnuhúsið fyllir 10 ár í dag, verður opið hús millum kl. 16 og 18 í dag.
Mylnuhúsið sigur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, at tað hevði verið hugaligt, at sæð so mong børn og foreldur, sum gjørligt, ið hava gingið har hesi 10 árini. Eisini hevði tað verið stuttligt at heilsa upp á so mong fyrrverandi og núverandi starvsfólk sum gjørligt, siga tey úr Mylnuhúsinum, sum ynskja øllum hjartaliga vælkomnum.