- Skipanin við gjaldi frá ferðafólki, sum fara út um bøgarðarnar í Mykinesi, riggar sera væl. Tað sigur Pól Sundskarð, sum eigur og rekur fyritøkuna hiking.fo, ið fyrr í ár gjørdi avtalu við hagastýrini í Mykinesi um at umsita innkrevjingina og skipa fyri vaktarhaldi í Mykinesi í summar.
- Vit hava ongar trupulleikar havt yvirhøvur. Vit hava vaktir har, sum vegleiða, og tey, sum vilja hava ferðaleiðara við, fáa tað. Atgongumerkini verða keypt á heimasíðuni hjá okkum, og tað hevur gingið fyrimyndarliga væl, sigur Pól Sundskarð.
Hann greiðir frá, at áhugin at fara út í Mykines er sera stórur bæði millum útlendsk ferðafólk og føroyingar, og at tey allar flestu seta als ikki spurnartekin við gjaldið.
- Tað er stórur gravgangur eftir at sleppa út í Mykines, og gjaldið hevur ikki verið nøkur forðing yvirhøvur, sigur Pól Sundskarð.
Túrarnir í Mykines hava kortini verið avmarkaðir í ár, tí tað hevur verið so ókyrt, at Jósup bara sigldi sjey ella átta túrar út í Mykines allan mai mánað.
- Avlýsingarnar í ár hava verið líka nógvar ella fleiri, enn tær vóru alt árið í fjør, sigur Pól Sundskarð, sum leggur afturat, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
- Skipanin hjá mær er sloppin at standa sína roynd, nú so nógvar avlýsingar hava verið. Øll ferðafólk eru blivin kunnað, tá ein túrur er avlýstur, og samstundis hava tey fingið í boði at fara aðrar túrar. Skipanin hevur riggað sera væl, og ferðafólkini hava verið øgiliga glað fyri at fáa aðrar møguleikar, tá ferðin hjá teimum er blivin avlýst, sigur Pól Sundskarð, hvørs fyritøka hiking.fo varð kosin til ársins átak í fjør.
Ómaksgjaldið fyri at fara út um bøgarðarnar í Mykinesi er ásett til 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. Børn undir seks ár gjalda ikki.
Fólk við tilknýti til oynna og fólk í arbeiðsørindum rinda heldur einki gjald.
Skipanin við ómaksgjaldi og vaktarhaldi er galdandi frá 1. mai til 31. august.










