Sonne Smith
Henda seinasta stevnan varð sett í Fugloy, í Hattarvík. Aðalfundurin var í skúlanum í Hattarvík, og tann einasta, lítla skúlastovan í hesum lítla bygdarskúla var kjokkfull av fólki. Stevnugestirnir fyltu nógv í teirri fólkalítlu oynni, sum úr erva líkist einari dunnu. Búgva 20 fólk á Kirkju og í Hattarvík, so er tað eisini alt. Fólkatalið í Fugloy minkar og minkar. Lítið skal til, at tað ikki longur er nakað fólkatal at minka av.
Frøi var á fundarfólki í skúlanum, tá ið tað varð avrátt, at Mykines er ráðstevnuoyggj í 2008. Tað sást serliga væl á Esbern í Eyðanstovu, sum annars situr í starvsnevndini hjá Útoyggjafelagnum. Kona hansara, Katrina, situr í umboðsráðnum. Hon umboðar altso Mykines. Tað er valla kollgitt, at fleiri longu ta løtuna í Hattarvík sóu fyri sær, hvussu tey kundu hugsað sær at lagt ferð sína til Mykines til rættis. Kortini verður Mykines straffað, nú Strandferðslan hevur boðað frá, at hóast ferðaseðlaprísurin fer niður í eina helvt á farleiðunum yvirhøvur, verður prísurin tann sami sum higartil á Mykines-leiðini. Spell, tí Mykines er einasta útoyggj, ið hevur matstovu at bjóða sínum gestum. Enntá eina góða matstovu.
Pengar
Eisini á hesum aðalfundinum varð tosað um pengar og aftur pengar. Í hesum føri varð sum ikki einaferð tosað um tvørrandi pengar. Her var eingin politikari hjástaddur. Onkur helt fyri, at tað kundi gera tað sama. Útoyggjafelagið fær onga játtan. Politikarar geva ikki felagnum ans, og tað kom sjálvandi fram. Onkur annar helt fyri, at Útoyggjafelagið var nógv betur farið við als ikki at blanda politikk uppí. Felagið skal gera nakað sjálvt. Av sínum eintingum. Framtíðin er og verður ferðavinnan. Glottar eru fyri framman, hóast seint gongur. Útoyggjafelagið arbeiðir við tankanum um at fáa vistarhaldsskipan í lag í útoyggj. Fyrimyndin kundi verið tann skotska, eingilska, írska Bed & Breakfast-skipanin (B&B). Latið ferðafólk fáa okkurt at gista í. Tað ber væl til, og tað hevði drigið ferðafólkini til sín. Latið tey fáa nøkur rein og nosslig toilett. Latið tey fáa tak út yvir høvdið, so tey fáa gjørt sær ein drekkamunn. Í Havn til dømis sleppa ferðafólk ikki av við sítt rusk. Tey ganga og leita og eru til seinast noydd at sleppa plastruskposanum onkustaðni, meðan tey rodna av skomm.
Skelting
Í Klaksvík er eittans skelti við rundkoyringina í nánd av tunnilsmunnanum, sum vísir leiðina til eitt nú Viðareiðis. Eitt skelti. Tað kom eisini fram á aðalfundinum. Hvussu skulu ferðafólk finna og vita, hvar tey eru. Tað er nóg ringt hjá føroyingum sjálvum. Tað kom fram á fundinum í Hattarvík, at tað gjørdi einki, um eitt stórt skelti boðaði frá: Vælkomin til Fugloyar/Welcome to Fugloy. Og hevði sama skelti víst, at her er B&B. Slíkt kostar. Ja! Men so er at taka tað fyri tað, so at tað loysir seg. Eini ráð kundu verið, skiltist á fundinum, at ein dygg almenn ella privat íløga í tænastuveitingar hjá ferðafólki hevði gjørt munin. Útoyggjafelagið lýsir sín roknskap við einum javna uppá umleið 90.000 krónur. Tað rætta hevði verið 90 milliónir, helt ein heilt annar fyri, sum ikki hevði verið á aðalfundi.
500 fólk
Vell, pengar ella ei. Leygardagin vóru eini 500 fólk í Fugloy. Liggjandi góðveður hevði verið leingi, men leygardagin var ringasta ætt í Fugloy, landnyrðingur og norðan. Ein lágur vestan er best har um vegir. Veður ella ei. Hetta var ein fínur dagur hjá fólki. Góður morgunmatur til teirra, døgurði fyri einki. Tjaldskýli vóru reist bæði í Hattarvík og á Kirkju. Tú kundi keypa tær breyð, vatn og øl umframt tinganest. Alt í interimistiskum sølubúðum.
Í Hattarvík greiddi Árni Dahl frá kirkjuni í Hattarvík. Á kirkju greiddu Jenny Lydersen og deknurin, Jóannes Christiansen, frá kirkjuni á Kirkju. Í Hattarvík undirhildu Trøllapætur og Omman. Á kirkju var bæði føroyskur og eingilskur dansur. Jóannes Jakobsen og Sølva Ford spældu og sungu til dansin. Tey, sum lógu sunnunátt í Fugloy, høvdu ein góðan dag. Summi bóru ótta fyri, at tey sluppu ikki av oynni aftur. Møsn, tí Másin sigldi aftur og fram fleiri ferðir. Tað sama gjørdu Alfa Pilot, Froyur hjá Skúvadali og Silja Star hjá Palla Lamhauge. Og seinast kom Tjaldrið eftir fólkunum, sum vóru komin úr Skúvoy, og tyrlan kom eftir teimum úr Dímun.
Tað ber saktans til at skipa fyri fyrsta floks samkomu í útoyggj.
---------
Fá stig tikin at bøta um viðurskiftini á útoyggjum
Útoyggjafelagið
Tíðindaskriv
Útoyggjastevnan úti í Fugloy eydnaðist sera væl. Fleiri enn 700 fólk luttóku í teimum tiltøkum, ið vóru fyriskipað í Hattarvík og á Kirkju.
Á stevnuni helt Útoyggjafelagið sín árliga aðalfund. Formaðurin Óla Jákup úr Dímun, greiddi frá virksemi felagsins í farna árið, og víst m.a. á leiklutin, sum felagið hevur havt í visión 2015 og í Samferðsluætlanini. Seinasta árið, er eisini komin gongd á arbeiði við framleiðsluhúsi á útoyggj, eins og aðrar verkætlanir, ið fólk á útoyggj hava tikið stig til.
Aðalfundurin kom til ta niðurstøðu, at hóast fólk á útoyggjunum vísa ítøkiligt fyritakssemi og arbeiða við at skapa fleiri vinnumøguleikar og arbeiðspláss á útoyggj, eru sera fá ítøkiligi stig tikin frá landsins myndugleikum, ið bøta um umstøðurnar og gera tað møguligt at venda gongdini á útoyggj.
Tað er alneyðugur og somuleiðis bráneyðugur tørvur á alternativum fíggingarmøguleika til vinnuligt virksemi á útoyggjunum. Tað er staðfest at privati fíggingarmarknaðurin ikki vil fíggja vinnuvirksemi á útoyggj, tí mett verður at trygdin í bygningum og virkisgøgnum er ov lítil og harvið váðin ov stórur. Sostatt er einasta loysn at ein almennur grunnur verður stovnaður, ið kann veita hesa fígging.
Arbeiðast skal miðvíst og áhaldandi við at betra samferðsluna, tí stórur tørvur er á nýggjum skipum til útoyggjasiglingina. Lækkanin á ferðaseðlaprísunum skal eisini galda fyri tyrluflúgvingina, ið fleiri útoyggjar eru sera bundnar at. Ongar einskiljingar skulu fremjast uttan so, at hetta er væl umhugsað og lagt til rættis við neyvum atlitið til umstøðurnar á útoyggj, og trygd skal vera veitt fyri, at møguligar einskiljingar ikki lækka tænastustøði og gera livilíkinidini á útoyggj verri.
Fundurin metti, at Útoyggjafelagið eigur fáa størri fíggjarliga orku til at fremja tey mál, ið felagið setur út í kortið. Heitt var á fólk um at tekna seg sum lim. Útoyggjafelagið skal gerast meira sjónligt og hoyrast betur og í størri mun gera sína ávirkan galdandi, har politisku avgerðirnar verða tiknar. Felagið skal framhaldandi og áhaldandi arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini á útoyggjunum.
Á aðalfundinum var eisini val av nevnd og umboðsráð á skránni.
Øll nevndin var afturvald. Í henni sita Óla Jákup úr Dímun úr Dímun, formaður, Olga Biskopstø úr Klaksvík, ið er samskipari og Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi, nevndarlimur
Í Umboðsráðnum hendi ein broyting við tað, at Ragna Glerfoss úr Mikladali fór frá og fyri hana varð Magnus Eliassen valdur í ráðið.
Í Umboðsráðnum eru:
Fríða Isaksen, Húsar, formaður
Sanna Silvurstein, Hestur, næstformaður
Óli á Geilini, Svínoy, skrivari
Harry Jensen, Skúvoy
Eyðun Eliasen, Trøllanes
Andrass í Frammistovu, Kirkja & Hattarvík
Poulina Eliasen, Syðradalur
Ragna Glerfoss, Mikladalur
Katrina Johannesen, Mykines
Bjørn Patursson, Koltur
Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun
Útoyggjafelagið takkar teimum, ið fyriskipaðu Útoyggjastevnuna, sum veittu eina hjálpandi hond á landi og sjógvi, sum hava veitt fíggjarligan stuðul og teimum, ið komu út til Fugloyar. Ein stór tøkk til tykkum øll, ið á hendan hátt stuðla arbeiðinum, við at menna og skapa livilíkindi á útoyggj.