Tann veruligi Robinson, Thomas Mygind, hevur seinu árini vunnið sær alt størri tign í danska sjónvarpsheiminum, og nú fær hann eisini ein av heilt stóru sessunum. Í tíðindaskrivi hevur Kanal5 nevnliga boðað frá, at Mygind nú verður settur sum kanalstjóri hjá rásini. Mygind hevur seinastu trý árini verið partur av kanal-leiðsluni, og millum annað hevur hann verið við til at skapt røðir sum Rødderne, Strandvejsvillaen, Danmarks Klogeste Barn og Kan du danse?