Myndir: Lívsglað fólk á vælumtóktum senior-skeiði á Ítróttaháskúlanum

Í farnu viku var árliga senior-skeiðið á Ítróttaháskúlanum.

Luttakarar gistu á nýggja næmingaheiminum í Vági, og fingu av álvara roynt seg.

 

Ítróttaháskúin skrivar millum annað soleiðis á sínum facebook vanga:

 

Ein øgilig vika: Pakkað við kajakk, síging, rennistrong, cliffjumping, rituskor, ølsmakking, hitapottum, marghøllini, slupptúri, klintring - og ikki minst vinarbondum og góðum lagi. Tað er fantastiskt at síggja so nógv spillfrísk og lívsglað fólk. Tað er líka við at tað er meira futtur í teimum eldru næmingunum enn tannáringunum.

 

Ítróttaháskúlin hevur lagt sera nógvar myndir frá skeiðinum 2021 út á sín facebook vanga, og hugaligt er at síggja alt, ið tilkomnu næmingarnir  hava upplivað. Vit endurgeva nakrar fáar myndir her, og so ber til at síggja hinar myndirnar á facebook vanganum hjá Ítróttaháskúlanum:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

Myndir: Jóni Brandsson Christiansen