Muslimar og terror

Í Sosialinum týsdagin hevur Malan Johannesen viðmerking til grein ið er samrøða við Jenis av Rana.

 

Jón Gaasedal

???????????????????


Í Sosialinum týsdagin hevur Malan Johannesen viðmerking til grein ið er samrøða við Jenis av Rana. Tað sum fyrst og fremst ikki hóvaði henni var yvirskriftin ?Vit skulu vara okkum fyri muslimum?. Malan sigur í viðmerking síni, at vit skulu minnast til, at tað eru ikki muslimar ið eru orsøk til yvirgangin í m.a. New York og Washington men hinvegin terroristar.

Fyrst og fremst vil eg siga, at eg skilji Maluna væl. Tað skínur ígjøgnum, at henni dámar frið og demokrati, og hon ynskir ikki, at Afghanistan verður útruddað við øllum sínum óseku milliónatals fólki. Eg vænti at soleiðis hugsa flestu rættsiktaðu fólk. Samstundis eri eg samdur við Jenisi um vandan við muslimsku trúnni.

Eg kenni einfalt ein sterkan hug til at koma við eini viðmerking. Eftir at hava fylgt við í fjølmiðlunum seinastu árini, og sæð hvussu lítið polittikarar og tíðindafólk skilja av tí, sum fer fram, tvs. hvat ið aftan fyri liggur, ynski eg at nema leystliga við okkurt av tí sum borið er fram.

Tá Jenis her talar um vandamiklar muslimar, tá veit eg at hann meinar við muslimsku trúnna, og fyrst og fremst um Koranina. Tað framgongur eisini týðuliga í tí sum skrivað varð, at talan er um trúnna ? ikki menniskjuni. Hettar vil eg gera eina lítla viðmerking um, vegna tey, ið ikki hava sum dagliga áhugamál sítt at granska ella lesa um slíkt sum átrúna og kristindóm.

Fyri at leggja hart fyri, so er ein fittur og friðarligur muslimur ein óektaður ella falskur muslimur, meðan ein ektaður muslimur fult og heilt er terroristur. Ein kann ikki vera sannur muslimur og ikki samstundis vera terroristur. Hettar er eitt vandamál, ið bert er kent av fáum.


Snild strategi

Við kristindóminum síggja vit eisini, at ymist er hvussu neyvt farið verður fram eftir læruni. Summi ganga høgt upp í hettar, meðan onnur bert eru kristin sum eitt eiti. Bíblian hevur ávísar grundleggjandi fyriskipanir. Ein ið baktalar onnur, er ikki ein sannur kristin. Ein ið ikki elskar onnur,- fíggindar sínar íroknaðar, er heldur ikki ein sannur kristin. Ein sannur kristin biður fyri fíggindum sínum, eisini um teir lata bumbur regna um oyruni á viðkomandi ella senda flogfør inn í skrivstovur teirra.

Á sama hátt hevur Koranin greiðar fyriskipanir um hvat ein sannur muslimur eigur at gera. Sum tað mest átroðkandi sigur Koranin, at Ísrael ikki hevur rætt til at vera til. Ísrael skal útslettast av jarðarinnar yvirflátu, tey skulu øll myrðast, og rekast út í havið móti vestri. Tann ið hettar ger, er, eftir Koranini, er ein góður muslimur. Ein muslimur hevur ikki loyvi til at binda frið við Ísrael. Koranin sigur, at eru trupuleikar ið gera at ikki ber til, her og nú, at útrudda Ísrael, so kunnu teir gera eina 10 ára vápnahvílu ? men ikki friðarsáttmála. Eftir hesi 10 árini skal kríggj verða. Er tað heilt ómøguligt at vinna hettar heilaga kríggið, so er loyvt enn einaferð at seta í verk eina 10 ára vápnahvílu. Eftir hesa seinnu vápnahvíluna SKAL TAÐ VERA KRÍGGJ, óansæð um allir muslimar lata lív. Teir koma so beinleiðis í paradís.

Muslimar hava eisini eina aðra sera snilda og vandamikla strategi sum ikki nýggj, men hevur verið nýtt fyrr í søguni: Um ein ikki kann sigra á fíggindanum, so infiltrera hann! Muslimar eru í túsundatali integreraði í demokratisk samfeløg. Hvør familja eigur at fáa 10 ella helst 20 børn. Í einum landi sum t.d. Danmark, har hvørt danska parið fær millum eitt og tvey børn, er skilligt hvat hettar kann enda við eftir stutta tíð. Landið verður heilt einfalt eitt muslimskt land eftir stuttari tíð. Við verðandi støðu er Danmark eitt muslimskt land um 15-20 ár. Tá hava teir politiska ræðið í landinum. Í Danmark fæst munandi stuðul til hvørt barnið, og eitt par við 10 børnum kann liva feitt av hesum, og hevur ikki aðra inntøku fyri neyðini. So ein kann væl siga, at danir fíggja sjálvir sín egna undirgang.


Hata amerikumenn

Í skrivandi stund hevur verið uml. 20 ára vápnahvíld við ísrael. Tey ið framvegis tala um friðartingingar hava fullkomiliga misskilt okkurt. Yassur Arafat hevur ikki tikið hattar orðið ?friðartingingar? upp á tunguna, hann tosar bara um vápnahvíld ? sum góður muslimur. Arafat hevur eisini aðrar - ikki duldar førleikar. Hann dugir at lippa og fáa varrarnar at skelva meðan hann stamar sína samkenslu til sínar argastu fíggindar og til tíðindafólk. Tíðindafólk á sjónvarpsrásini BBC World vóru týðiliga imponeraði av hesi ólekru framførðslu. Eisini lat hann blóð til tey vanlukkuraktu. Vónandi varð hettar blóðið stoytt burtur, tí tað er ríkiligt av illum blóði í USA. Vit eru tíbetur nøkur ið ikki falla fyri slíkum hykli.

Muslimar hata fyrst og fremst amerikumenn, tí teir halda hondina yvir Ísrael. Hattar álopið á USA er fyrst og fremst eitt úrslit av hesi 20 ára vápnahvíld við landið Ísrael; hettar land, sum til einhvørja tíð ? einsamalt ? kann útrudda allan muslimska heimin við sínum kjarnorkuútbúnaði. Tað er taktiskt nógv skilabetri at leypa á USA enn beinleiðis á Ísrael,- av fleiri orsøkum.

Í einum heilagum kríggið, har allir muslimar fara beinleiði til paradísið, er um at gera at drepa so mangar ?vantrúgvandi hundar? sum møguligt, íroknað Jenis, Maluna og Jón. Um kríggið bara verður millum muslimska heimin og Ísrael, so halda øll onnur seg uttanfyri, burtursæð frá vinnuligari vápna- og medisinsølu, ið altíð er kærkomin inntøka, og annars tað ið hevur við oljuáhugamálini at gera. Muslimar í t.d. Danmark høvdu tá búð í einum uttanveltaðum landið, og kundu tí einans fylgt við í sjónvarpi og sæð hvussu fólk teirra varð slaktað. Nei, munandi skilabetri er at fáa allan heimin uppí. Gerst eitt sameint álop á Afghanistan nóg ljótt,- ella kanska fyrr, og andligu leiðararnir rópa ?Heilagt kríggj? til muslimsku íbúgvarnar í vesturheiminum, ja so er tað bara hugflogið ið setur mørk fyri hvat tað hevur við sær í hesum londum ið beinleiðis eru í parti við fíggindar teirra.


Óloysiligt

Ein sannur muslimur hatar ikki bara USA og Ísrael. Ein sannur muslimur hatar TEG! Hann ynskir at DREPA TEG! Hettar krevur Koranin, og lovar gull og grønar skógir afturfyri. Hvussu leingi ætla vit at vera góðtrúgvin? Hvussu leingi ætla vit at rokna menniskjuna sum góða?

Trupuleikin er óloysiligur. Koranin sigur at muslimar skulu drepa. Bíblian sigur at vit skulu biða fyri teimum meðan teir drepa okkum. Tað er bert ein háttur at steðga júst hasum trupuleikanum, og tað tilkemur als ikki einum kristnum at gera tað: At tveita eina ella fleiri kjarnorkubumbur yvir lond teirra. Hettar loysir ikki trupuleikan upp á longri sikt, tí fananskapurin býr líka so væl í okkum sum í teimum. Menniskjan er einfalt ónd. Munurin er bara tann, at muslimar hava eina trúgv ið noyðir tey. Eitt annað ið vit kunna gera, er, einfalt, at forða fyri at muslimar slepp inn í landið.

Eitt gott og vælmeint ráð til alt Føroya fólk, ja allan heimin tað sama: Fyrireikið tykkum til at framtíðin ikki verður ein dansur á rósum. Henda atgerð ímóti USA er bert viðfáningur til tað ið kemur ? eftir bíbliuni at døma. Søkið Harran Jesus Kristus NÚ!