Musk bjóðar sær aftur at keypa Twitter fyri 44 mia dollarar

Elon Musk er sambært brævi til reiðar at gjalda 44 milliardir dollarar fyri sosiala miðilin Twitter.

 

Elon Musk fer víðari við upprunaliga tilboðnum um at keypa Twitter fyri 44 milliardir dollarar, sum svarar til umleið 330 milliónir í okkara krónum.

Tað sæst í brævi til amerikanska virðisbrævamarknaðar myndugleikan, SEC, sambært fleiri altjóða miðlum.

Ein talspersónur fyri Twitter váttar, at Twitter eisini hevur fingið brævið frá Musk, og tað ætlanin er at enda handilin til upprunaliga prísin.

Tað fer at merkja, at Elon Musk keypir Twitter fyri 54,30 dollarar fyri partabrævið.

Í dag varð allur handil við partabrøvum hjá Twitter steðgaður, sum reaktión upp á leysasøgurnar um, at Elon Musk og Twitter skuldu vera komin til semju.

Áðrenn handilin steðgaði, náddi partabrævið hjá Twitter at hækka við 12,7 prosentum.

Sambært tíðindastovuni Reuters stendur í brævinum, at Elon Musk setti sum treyt, at tað málið, sum eftir ætlan skuldi verið byrjað  millum teir báðar partarnar í statinum Delaware seinni í oktober verður útsett.

 

##med2##

Í apríl kom ein avtala upp á pláss millum Elon Musk og sosiala miðilin. 

Men so tók Musk seg aftur, tí hann helt, at hann ikki hevði fingið rættar upplýsingar um talið av følskum kontum á vælumtókta sosiala miðlinum, sum Musk sjálvur brúkar nógv.

Tað fekk Twitter at hála Musk í rættin. Felagið helt, at Musk hevði bundið seg til at taka yvir sosiala miðilin. Samstundis helt Musk, at Twitter hevði brotið tað keypsavtalu, sum varð gjørd.

Fyrst í september góðkendu partaeigararnir í Twitter søluna til Musk, sum tá ikki vildi keypa.

Tað var ætlanin, at teir báðir partanir skuldu hittast í rættinum í Delaware 17. oktober. Men stendur tað til Musk, so verður tað málið nú útsett.

Elon Musk er sambært vinnumiðlinum Forbes heimsins ríkasti persónur við eini ogn upp á umleið 234 millardir dollarar, sum svarar til 1746 milliardir krónur.

/ritzau/

 

##med3##