Tað verður Fiona Parker, sum verður leiðari fyri musikkskúlan í Vági.
Fyrr í ár fór Vágs kommuna burtur úr Suðuroyar Musikkskúla og stovnaði sín egna musikkskúla, og samstundis varð søkt eftir leiðara.
Og nú er greitt, at tað verður Fiona Parker, sum skal standa á odda fyri musikkskúlanum í Vági.
Fiona Parker hevur hægri útbúgving frá London College of Music, umframt frá universitetinum í Bergen og University College of London.
– Hon hevur eisini undirvíst í tónleiki í eini 30 ár so vit fáa ein sera væl skikkaðan leiðara til nýggja Musikkskúlan í Vági, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu, í einum tíðindaskrivi í kvøld.