Musikkskúli Føroya:Yvir 2000 børn á bíðilista

Tilsamans standa 2200 børn og ung á bíðilista at sleppa á musikkskúlarnar kring landið.

Tað sigur Sámal Petersen, formaður í felagnum hjá musikskúlalærarunum.

Hann hevur greitt Løgtinginum frá vandastøðuni, Musikskúýlin kemur í, nú sambandi samgongan ætlar at seta stórar sparingar í verk á skúlanum hesi næstu árini, sum tað stendur í aðrari grein longur niðri á Portalinum.

Bíðilistarnir eru um alt landið og til nógv ymisk sløg av ljóðførum.

Sámal Petersen, formaður í Musikkskúlalærarafelagnum, sigur, at frá tí at næmingur verður skrivaður upp til Musikkskúlan, tekur tað í nógvum førum tekur tað eini sjey átta ár, til hann sleppur inn.

Og summir næmingar sleppa ongantíð inn, har talan er um vælumtókt ljóðføri.

Serliga torfør er støðan í høvuðsstaðnum har 1759 næmingar standa á bíðilista, helst til klaver og gittar, men nógv standa eisini á bíðilista til tvørfloytu, sang, strúkarar og slagverk.

Sámal Petersen fegnast um, at ætlanin er at byggja nýggjan musikkskúla í Havn.

Men verða ætlaðu sparingarnar, sum vit umrøða longur niðri á Portalinum, settar í verk, verður ringt at fylla skúlan, sigur hann.

Hann nevnir eisini, at verður musikkskúlin skerdur, so at lærarar verða sagdir upp, verður tað eisini eitt bakkkast fyri symfoniorkestrið, tí lærarar í musikkskúlanum eru við at manna orkestrið.

Rýkur ein lærari í Musikkskúlanum, er tann spælarin færri í symfoniorkestrinum, sigur Sámal Petersen.