Martin Mouritsen, leiðari á Musikkskúlanum, var leygarkvøldið at síggja til Prix Føroyar í Fuglafirði.
? Orsøkin til, at eg eri her er, at eg havi ein son, sum spælir trummur í Lawetz, og so havi ein annan son, sum við nøkrum vinmonnum hevði brúk fyri bili til Fuglafirðar, so eg valdi bara at koma við, sigur Martin Mouritsen.
Musikkskúlaleiðarin sigur annars, hann hevur fylgt væl við í Prixnum í ár, men hetta er fyrsta ferðin hann hevur verið og lurtað í Mentanarhúsinum.
? Her er nógv gott spæl inn í millum, og húsið er væl egnað, bæði til hetta slagið av tónleik og til klassikan tónleik, heldur Martin.
? Hetta er bara í so hart fyri meg, og tí havi eg oyraproppar tá eg lurti, og tónleikastílurin er kanska nakað eins.
Í oyrunum á Martin skal ein vinnarabólkur svinga væl og duga at selja vøruna. Harafturat skal kompositiónin av løgunum vera væl skrivað og verða fjølbroytt.